- Samgonguskútan, sum er á veg til fiskiskap, hevur lagt seg 45 stig. Hvørki skipari ella teir í maskinuni megna at rætta skipið uppaftur, heldur formaður Sambandsfloksins Kaj Leo Johannesen segði á landsfundi Sambandsfloksins leygarmorgunin, at sambandsfólk nýtast ikki at venja seg við leiklutin sum størsti andstøðuflokkur - í hvussu er ikki í langa tíð.
- Samgongan fer neyvan at sita leingi. Tað eru longu tekin í sól og mána um, at andstøðuleikluturin ikki verður so drúgvur. Tað mest ítøkiliga, henda samgongan higartil hevur borðreitt við, er parkering av fleiri stórmálum og øking av skattum og avgjøldum.
- Stev hava vit ikki sæð hjá samgonguni, men eitt haltandi gongulag, tí hóttanir frá bæði sekstanda og seytjanda samgonguliminum hava gjørt, at vit í dag hava eitt landsstýri, sum eingin kann hava álit á.
Hann segði, at har er eingin samgongusemja, men tann bera neyðsemja.
- Samgonguskútan, sum er á veg til fiskiskap, hevur lagt seg 45 stig. Trupulleikin er, at hvørki skipari ella teir í maskinuni megna at rætta skipið uppaftur.
Kaj Leo segði, at i staðin fyri at venda skipinum og seta fulla ferð á maskinuna, hevur samgongan og harvið skiparin ? av ókendum orsøkum ? valt at lata skipið liggja við síðuni til uttan nakran manøvruførleika.
- Har er bert rull, og tað hevur ikki verið sørt, at politiskur sjóverkur hevur avmarkað arbeiðsevnini hjá fleiri av manningini. Soleiðis, sum kamartónin hevur verið higartil, tykist bara ein vakt vera umborð, og tað er hundavaktin, segði formaður Sambandsfloksins á landsfundinum.










