Í morgun hava umboð fyri samgonguna, og Sjálvstýri verið á fundi at tosa um politiskt samstarv frameftir
Tað váttaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í tíðindunum á FM1 nú á miðdegi. Hann segði, at hetta er ein fundur, sum hevur verið í umbúna í eina tíð, men sum hevur bíðað eftir at Sjálvstýri fekk skipað seg aftur, eftir at Jógvan Skorheim, formaður, segði seg úr flokkinum herfyri.
Samstarv hevur verið ímillum samgonguna og Sjálvstýri og Sjálvstýri hevur tikið undir við fleiri av málunum hjá samgonguni og samstundis hevur Sjálvstýrið fingið nakrar nevndarsesessir. Samstarvið við Sjálvstýri hevur verið gott og løgmaður vónar, at tað heldur fram.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at á fundinum hava tey tosa um tey mál, Sjálvstýrið vil hava samgonguna at virka fyri.
Kristin Michelsen hevur sent Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum skriv um tvey vegastrekki, sum ikki verða gjørd í sambandi við nýggja Hvalbiartunnilin, men sum framhaldandi fara at verða einsporað.
Les eisini: Bilførarar stúra fyri nýggja Hvalbiartunlinum
Løgmaður vil ikki siga, hvørji mál, tey hava tosað um í morgun, men hann sigur, at hetta er ítøkiliga málið er eitt mál, sum samgongan longu hava kikaran á.
Við KvF ger løgmaður greitt, at í løtuni hevur hann onga ætlan um, at víðka samgonguna, tí hann ætlar at halda fast við samgonguna, sum hon nú er. Tað merkir, at Sjálvstýri fer ikki upp í samgonguna og hann fær sostatt ikki landsstýrissess.










