Hevði løgtingsval verið nú, so hevði samgongan mist meirilutan.
Tað vísir nýggjasta veljarakanningini hjá Gallup Føroyar, sum Dimmalætting kunngjørdi mánadagin.
Í hesi kanning kunnu stóru samgonguflokkarnir notera sær eina rímuliga stóra afturgongd, Sambandsflokkurin gongur 3,0 prosentstig aftur, meðan Fólkaflokkurin gongur 3,2 prosentstig aftur. Sjálvstýrisflokkurin fær so lítla undirtøku, at hann vinnur ikki upp um tinggáttina, meðan einasti samgonguflokkur, sum gongur fram, er Miðflokkurin, sum gongur 0,6 prosentstig fram.
Hetta er fimta veljarakanningin, sum er kunngjørd síðani valið 29. oktober í 2011. Hetta er onnur veljarakanningin, sum vísir, at samgongan hevði mist meirilutan. Hin var tann, sum kunngjørd varð í juli. Felags fyri allar er, at samgongan gongur aftur. Sambandsflokkurin gekk eitt vet fram í fyrstu veljarakanningin, sum varð kunngjørd í desember í 2011, meðan hann fær lakasta úrslitið í hesari kanningini, sum Dimmalætting kunngjørdi mánadagin, 21,7 prosent.
Størstu framgongdina í veljarakanningini hevur Javnaðarflokkurin, 4,7 prosentstig. Tjóðveldi gongur 3,7 prosentstig fram, meðan Framsókn gongur 1,1 prosentstig aftur.
Hetta merkir, at Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin missa ein tingsess í part, meðan Javnaðarflokkurin fær tveir tingsessir afturat og Tjóðveldi ein.
Hóast samgongan varðveitir meirilutan av veljarunum, 50,5 prosent, so missir samgongan meirilutan í løgtinginum. Hetta er tí, at Sjálvstýrisflokkurin við sínum 2,6 prosentum av veljarunum ikki fær umboð valt á ting, og tí fara atkvøðurnar fyri skeytið.
Tað er mandatbýtið í løgtinginum, sum telur, og tað vísir 16 tingsessir til samgonguna og 17 til andstøðuna.