ABC samgongan hevur mist burtur av sínum grundarlagi, eftir at Poul Michelsen er farin úr Fólkaflokkinum, men samgongan hevur framvegis greiðan meiriluta. ABC samgongan er farin úr 20 og niður á 19 limir, eftir at Poul Michelsen í dag er farin úr Fólkaflokkinum.
Poul Michelsen sigur, at hann æltar sær at arbeiða saman við bæði samgongu og andstøðu framftir, og harvið stuðlar hann ikki treytaleyst ABC-samgonguni.
Sambandsflokkurin hevur 7 tinglimir, Javnaðarflokkurin 6, og nú hevur Fólkaflokkurin eisini 6 tinglimir.
Fyri at hava meiriluta í løgtinginum krevjast 17 tinglimir.









