Samgongan missur meirilutan

Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fáa sjey tinglimir í part

Afturgongdin hjá samgonguni á løgtingsvalinum í dag, verður kanska enn størri, enn forsøgnin vísti í áðni.

 

Sambandsflokkurin er enn størsti flokkur, men nú fær hann sjey tinglimir. Beint í hølunum á Sambandsflokkinum, liggja Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi og teir fáa eisini sjey tinglimir í part.

 

Miðflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Framsókn fáa tveir tinglimir í part. Sostatt fær Samgongan nú 15 tinglimir og andstøðan fær 18 tinglimir.

 

Størsti atkvøðuslúkarnir higartil, eru Aksel V. Johannesen við 624 atkvøðum, Jacob Vestergaard við 369 atkvøðum, Sirið Stenberg við 362 atkvøðum, Hendrik Old hevur fingið 275 atkvøður, Bárður á Steig Nielsen hevur fingið 295 atkvøður, Sonja Jógvansdóttir hevur fingið 207 atkvøður, Gerhard Lognberg hevur fingið 224 atkvøður, Jørgen Niclasen hevur fingið 250 atkvøður, og Høgni Hoydal hevur fingið 196 atkvøður.  

 

Sí fleiri myndir HER