Samgongan missir ein tinglim

Veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, sýnir, at var val í dag, so misti samgongan ein tinglim. Ein missur, sum tó er til at bera, tá samgongan undan hesum telur 21 mans

Veljarakanning

Tjóðveldisflokkurin er vinnarin, og Javnaðarflokkurin er taparin. Tað er greiðasta niðurstøðan, um hugt verður at atkvøðubýtinum millum teir seks flokkarnar á tingi í nýggjastu veljarakanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin.
Í tingmannatali er tað tó Sjálvstýrisflokkurin, sum hevur størstu orsøkina til fagna, tí sambært kanningini, so tvífaldar flokkurin tingmannatalið. Annars júst um sama mundi, tá onnur kanning metir flokkin at detta undir sperrumarkið fyri tingumboðan. Hartil missur Fólkaflokkurin ein tingmann til Sambandsflokkin, men tann munurin stendst einamest av, at kanningin verður gjørt einvíst út frá samlaða atkvøðubýtinum, og tí ikki tekur atlit til møguliga forfordeiling í einstøku valøkjunum.

Negativ løgmanseffekt
Hóast ein veljarakanning altíð inniheldur ávísar óvissur og fyrivarni, so skerst ikki burtur, at hendan eigur at geva orsøk til sjálvrannsakan hjá Javnaðarflokkinum. Flookkurin hevur hetta valskeiðið átt løgmann, men hóast tað ofta hevur verið tosað um løgmanseffektina, so tykist hendan at vera negativ í hesum føri.
Ta effektina grundgevur Kristian Magnussen, formaður Javnaðarfloksins á tingi, við, at tað er trupult hjá løgmanni at úttala seg sum formaður fyri Javnaðarflokkin. Hetta skilt soleiðis, at sum løgmaður noyðíst Jóannes Ejdesgaard at tosa í bleytari vendingum, har semjusøkjan vigar meira, enn tað annars vildi gjørt.
Somuleiðis helt Kristian, at tað hjá einum flokki, sum hevur djúpar røtur í verkamannafjøldini, altíð vil kosta at sita við ábyrgd í eini samgongu, har felagarnir eru borgarligir flokkar.

Stór andstøðuframgongd
Hóast andstøðuflokkarnir sambært veljarakanningini “bert” vinna ein tinglim, so skerst ikki burtur, at talan er um positivar tendensir hjá teimum trimum. Allir sum ein hava fllokkarnir eina munandi framgongd, og allir sum ein grundgeva teir hetta við, at tað hevur eydnast at verið sjónligir í andstøðuarbeiðinum.
Tað kann í øllum førum staðfestast, at andstøðuarbeiðið hetta valskeiðið hevur verið sera aktivt. Enntá somikið aktivt, at hetta av tingsins røðarapalli hevur verið skírt sum glantrileikur.