Samgongan má stramma upp

– Vit skulu halda fast í at fáa yvirskot á fíggjarlógini í 2016.

Tað sigur Bárður Nielsen, for­­mað­ur í fíggjarnevndini og fram­søg­u­mað­ur hjá Sam­­bands­­flokk­­­i­num, nú løg­ting­ið er farið undir at viðgera fíggj­­a­r­lóg­­a­r­­uppskotið fyri 2014.

Bárðu­r Nielsen harmast um, at landsstýrið hevur slept málinum um at fáa yv­ir­s­kot á fíggjarlógina í 2016.

– Vit hava lovað okk­­um til, mótvegis met­ing­ar­stovn­i­­num Moody’s, at vit skulu fáa skil á búskapin aftur. Tí er tað eitt sera óheppið signal at senda, at vit nú sleppa mál­i­num um yvirskot í 2016, sig­ur Bárð­ur Nielsen.

Framsøgumaðurin hjá Sam­­bands­flokkinum vísir á, at fáa Føroyar verri rating frá Moody’s, samstundis sum lán­i­rentan á altjóða markn­að­i­num kvinar uppeftur, so kann tað skjótt gerast sera dýrt fyri landskassan.

– Ímynda vit okkum at rent­­an, sum í løtuni er søg­u­­liga lág, hækkar tvey pro­sent, so merkir tað skjótt 100 milliónir krónur í eyka rentu­út­reiðslu fyri lands­kassan, sig­ur Bárður Niel­sen.

Framsøgumaðurin hjá Sam­bands­flokkinum eft­ir­lýs­ir eisini nýskipanirnar, sum lands­stýrið hevur tosað um, men sum framvegis lata bíða eftir sær.

– Vit mugu bara staðfesta, at ein­asta nýskipan, sum er framd higartil, er skatta­ný­­skip­anin. Og her byrjar lands­­stýr­­i­s­maðurin so longu at tosa um at fara víðari til næsta stig í nýskipanini. Men sam­stundis mugu vit eis­­ini staðfesta, at allar hin­ar nýskipanirnar antin er full­­kom­i­liga uppsteðgaðar ella ong­an veg komnar, sigur Bár­ð­ur Nielsen.

Tann støðan er ein stórur trup­­ul­­leiki fyri føroyska sam­­felagið, metir Bárður Niel­­sen.

– Tí vit mugu bara stað­festa, at frameftir klára vit ikki at reka føroyska sam­fel­ag­ið fyri sama krónutal uttan at fremja nýskipanir. Og nú er val­skeiðið also hálvrunnið, sig­ur Bárður Nielsen.

Sam­bært fíggj­ar­lóg­ar­upp­skot­i­num verður und­ir­skotið næsta ár 250 milliónir krón­ur. Og sambært lang­t­íð­ar­ætl­anini verður undirskotið 75 mill­i­ón­ir krónur í 2016.