Samgongan leypir á pensjónistar

Meginfelag teirra brekaðu átalar samgonguna og heldur, at tað er ósømiligt at leypa á, har garðurin er lægstur - Tað sømir seg als ikki hjá landsins myndugleika, at leypa á, har garðurin er lægstur, Tað heldur Meginfelag teirra brekaðu, átalar samgonguna, nú fíggjarlógin fyri 2009 er endaliga avgreidd.

Fyri at spara á fíggjarlógini er lógin broytt, so at pensjónirnar næsta ár ikki hækka 4% sum ætlað, men 3% og tað hevur samgongumeirilutin í Løgtinginum samtykt.

- Meginfelag teirra brekaðu hevur í hesum sambandi enn einaferð víst Løgtinginum á, at

støðan hjá fyritíðarpensiónistum er sera trong.

- Tí sømir tað seg als ikki hjá landsins myndugleika at leypa á, har garðurin er lægstur og at skerja henda bólkin, sigur felagið.

Livikorskanningin hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum vísti heilt týðuliga, at

fyritíðarpensiónin er ov lág.

- Fyri tey flestu er upphæddin so lág, at tað er neyðugt at gera serlig tiltøk fyri at fáa pengarnar at røkka til tað mest neyðuga.

- Tey ið ikki hava eina eykainntøku, ella hjúnaðafelaga, ið kann vera høvuðsuppihaldari, liva á einum minstamarki, sigur felagið.

Pensiónin eigur at vera ein fíggjarlig trygd fyri at fólk kunnu liva eitt sømiligt lív, men í dag røkkur hon ikki til meiri enn til lívsins uppihald.

Og sum og sum kostnaðarstøðið er í samfelagnum, er talan um eitt fíggjarligt minstamark, og í onkrum føri kann støðan sammetast við fátækradømi, sigur Meginfelag teirra Brekaðu í eini viðmerking til fíggjarlógina fyri næsta ár.