- Landsstýrismálanevndin vil ikki taka konsekvensin av sínum niðurstøðum um, at landsstýrisfólk hava framt lógarbrot ? og nú himprast meirilutin heldur ikki við at lata lógarbrot fyrnast heldur enn at lata tey fáa avleiðingar, sigur Kári á Rógvi, løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins.
Kári á Rógvi vísir á, at síðsta summar sendi landsstýrismálanevndin tingfólki tvey brøv, har niðurstøðan var, at lógarbrot vóru framd, men landsstýrismálanevndin fór ikki at gera meira við málini. Hann heldur, at hetta tyktist sum roynd at krógva málini, kanska tí samgongan eigur meirilutan í nevndini.
Tí sendi Kári á Rógvi inn formliga klagu um Jóannes Eidesgaard við áheitan á nevndina um antin at taka stig til at seta kanningarstjóra ella reisa formliga ákæru, so fyrrverandi løgmaður fekk høvi at verja seg móti teimum skuldsetingum, sum landsstýrismálanevndin setir fram.
- Landsstýrismálanevndin hevur nú staðfest, at lógarbrot eru farin fram, at grundarlag er fyri ábyrgdan eftir lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Nevndin sigur A men vil tó ikki siga B. Hesuferð roynir nevndin at krógva málið við viðmerkingum um, at ?øll landsstýrisfólk bróta lógina, sigur Kári á Rógvi.
Hann sigur eisini, at Sjálvstýrisflokkurin ikki hevur umstøður at gera meira við málið, tí flokkurin hevur ikki umboð í teimum nevndum hjá løgtinginum, sum hava heimildir at seta seg til fulnar inn í málini, fíggjarnevndini, løgtingsgrannskoðanini og landsstýrismálanevndini. Hann sigur eisini, at flokkurin royndi eftir síðsta val at fáa sæti í løgtingsgrannskoðanini, men teir stóru flokkarnir tulka lógina soleiðis, at til ber ikki hjá Sjálvstýrisflokkinum at raðfesta grannskoðanina.
- Bæði landsstýrismálanevndin og løgtingsgrannskoðanin dragast sostatt við gegnistrupulleikar, ið mugu bøtast við lógarbroyting. Men eftir stendur, at landsstýrismálanevndin vil ikki taka konsekvensin av sínum niðurstøðum. Skuldsetingar hennara móti landsstýrisfólki verða tí hangandi sum svørt skýggj oman fyri politisku skipanini. ABC-meirilutin á tingi hevur nú uttan skomm tikið meir inn frá fólki enn heimilað, hevur goldið meir út enn játtað, og nú himprast meirilutin heldur ikki við at lata lógarbrot fyrnast heldur enn at lata tey fáa avleiðingar, sigur Kári á Rógvi.
Sjálvstýristingmaðurin sigur tí, at tað einasta, sum vanlig tingfólk nú fáa gjørt, er nú at reisa málið sum skrivligan fyrispurning til løgmans. Tí løgmaður hevur eftir lóg um ábyrgd landsstýrismanna bæði medábyrgd fyri lógarbrotum hjá øðrum landsstýrisfólkum og heimild at reisa ákæru mótvegis landsstýrifólki.