Hósdagin komandi 29. februar er seinasta freist at bera lógaruppskot í Løgtingið hesa tingsetuna, sum endar í seinasta lagi á ólavsøku.
Landsstýrisfundur er nú, har landsstýrið fer í gjøgnum málini, sum skulu berast í tingið.
– Vit hava eini 33-34 mál, sum vit fara at bera niðan í Løgtingið, áðrenn freistin er úti, umframt tey, sum eru í tinginum nú, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Hann sigur, at ummælisfreistin til onkur uppskot var úti fríggjadagin, og tey málini verða fyri á landsstýrisfundi hósmorgunin.
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, sigur, at uppskotið um broytingar í fosturtøkulógini verður lagt fyri tingið nú.
– Har verða nakrar justeringar gjørdar í mun til uppskotið, sum varð sent til hoyring. Vit fara ígjøgnum allar viðmerkingarnar, sum vit hava fingið og gera onkrar tillagingar, sigur hann.
Uppskotið um fosturtøku er ikki eitt samgongumál, so landsstýrismaðurin hevur onga trygd fyri, at uppskotið verður samtykt.
Sambært spurnarkanning millum tingfólk, sum Sosialurin hevur gjørt, so ríður um snarið. 15 søgdu ja, 12 søgdu nei. Onkur í samgonguni er ímóti, meðan onkur í Sambandsflokkinum eru fyri. Í slíkum málum er vónleyst at siga frammanundan, hvussu úrslitið verður – uttan tað, at tað ongantíð hevur verið so nær við at gera munandi liberalisering av fosturtøkulógini í Føroyum, sum hesaferð.