Samgongan lamskotið Føroyar

    

Fyri stuttari tíð síðani, hevði samgongan ráð at stjala eina millión krónur dagliga frá føroyinginum við at skerja ríkisveitingina.
Nú hoyra vit so Karstin Hansen siga alment, at "samfelagið hevur ikki ráð" - at gjalda lønhækking.
Men hví skal lønin upp? Tí loysingarsamgongan krevur alt ov høgar skattir og avgjøld. Vegna loysingina. Sum so aftur útholar reallønina hjá fólki.
Ja, skattirnir eru so høgir, at vandi er fyri at kappingarføri rýkur. Og hesum hevur sitandi samgonga alla ábyrgdina av.
Sannleikin er, at vit í Føroyum enn hava eitt kreppu háskattatrýst, hóast kreppan ikki er longur. Vandi er tó fyri, sum vanligt, at vit fáa eina nýggja kreppu, eftir at Tjóðveldið hevur stýrt saman við Fólkaflokkinum í nøkur ár!
Ein kann spyrja hví samfelagið ikki hevur ráð. Og vit kunnu spyrja, um vit høvdu ráð til at samgongan uttan nakra konsekvensútgreining kutaði 1/3 av ríkisveitingini. Tí tað høvdu vit ikki ráð til, eftir meting hjá Sambandsflokkinum. Og ikki ein einasta útrokning fyriliggur, ella var fyriløgd Løgtinginum, hóast nógvar spurningar um hesi viðurskiftir. Hægsta mál K Hansens og øðrum loysingarvandalum eru at stjala enn meiri frá samfelagnum, og so senda rokningina fyri hetta sum hægri skatt og lægri løn til føroyingar.
Og nú eru so ikki "ráð" at gjalda eina lønarhækking, so at kompensatión fæst fyri økt avgjøld í sitandi samgonga er orsøkin til. T.d.
?eitt økt SVF avgjald, ið núsitandi samgonga álegði hvørjum húski (1000 kr áðrenn skatt).
?mótrokning fyri, at arbeiðsgevarar skulu gjalda tveir teir fyrstu sjúkradagarnar (einar 6 milliónir krónur).
?Timalønt húskir í fáa børn, verða stolin fyri 10-12 milliónir krónur, tí útrokningarhátturin er broyttur og beinleiðis rættaður ímóti teimum tímaløntu.
?At tíggjutals milliónir kr av útreiðslum eru fluttar til kommunurnar.
?Soleiðis kann ein halda fram. Núsitandi samgonga hevur framt ein beinleiðis skaðiligan lands og arbeiðarapolitikk. Við at hava góð ráð at blaka pening av landinum, og síðan senda rokningina til arbeiðandi fólk, pensionistar o.o.
?Samlaða skattatrýstið er eitt av teimum hægstu í heiminum. Tað eigur at lækkast.

Fólkaflokkurin megnar ikki at fremja hendan setning saman við Tjóðveldinum. Og loysingin hevur bert øktar skattir og verri liviumstøður at bjóða føroyingum. So einkult er tað.
Landið lamskotið:
Aðruhvørja løtu er landið lamskotið av verkføllum, ið eru neyðug til tess at tryggja arbeiðandi fólki her á landi nøkulunda livikor. Men ábyrgdina fyri, at landi í tíð og ótíð er lamskotið av verkføllum eigur bert sitandi samgonga, ið meira hugsar um at yvirtaka og senda enn størri rokningar til føroyingar, heldur enn at hava sum høvuðsuppgávu at bøta um livikor føroyinga.
Sambandsflokkurin hevur til endamáls at bøta um livikor og viðurskiftir føroyinga - og tí vilja vit onki hava við loysingina at gera.
Okkara politikkur hevði tryggja betri og stabil viðurskiftir bæði hjá arbeiðandi fólki og vinnu. Við lægri skattatrýsti. Tí samfelagið hevur tað bert gott um bæði vinna og fólk hava tað gott. Okkara politikkur hevði avgjørt givið eitt betri grundarlag hjá bæði arbeiðandi føroyingum og vinnu. Og helst hevði ikki verið neyðugt at streika so ofta - tí tað var óneyðugt fyri báðar partar.
Loysing oyðileggur - Samband styrkir og gevur nøgdsemi.