Samgongan lagt eyka milliardir á vinnulívið

Við at hækka fíggjarlógina útvið 1 milliard, verður neyðugt at hækka útflutningsvirðið við fleiri mia.

 

Harafturat hevur sjálvstýrissamgongan í einum sonnum sjálvstýrisrúsi, ið ikki stendur nógv aftan fyri »harakiri« sjálvmorðini hjá japanarum, skarvað 356 milliónir av blokkinum.

Alt Føroya fólk er vitandi um, at samstundis sum samgongan sjálvboðin hevur skert blokkin, tó ikki fyrr enn teir sjálvir hava stungið í sekkin, so hava somu menn, uttan at skammast, hesi skjótt 4 árini tikið ímóti 4 milliardum úr danska statskassanum.

Samstundis reypa samgongumenn um, at teir hava lagt til síðis 1,6 mia. hesi 4 árini, men hvørt smábarn kann avdúka teirra glantrileik, tí hvar hevði teirra uppsparing verið, um teir ikki hesi 4 árini skammleysir høvdu tikið ímóti 4 mia. frá dønum.

Taka vit so tær 1,6 mia. og mótrokna tær frá teimum 4 mia., so hevði føroyski landskassin havt eitt risaundirskot uppá 2400 milliónir. Tær 356 mió., sum samgongan metir, at kkara sjúkra-, heilsu- og skúlaverk væl kunnu vera fyriuttan, má okkara vinnulív eisini bløða fyri við eini fleirfaldan av útflutningsvirðinum. So um vinnulívið ikki livir upp til tey krøv, ið sitandi samgonga setir teimum, m.a. orsakað av einum hóttafalli í okkara útflutningsvinnu, ja, so er bara skattaborgarin at fara eftir.

Konfrontatiónspolitikkurin vil halda fram, um tjóðveldis- og fólkaflokkurin fáa umboð vald á fólkating.

Javnaðarflokkurin er besti garantur fyri samstarvi og loysnum. Farið tí mannsterk á val og setið eitt javnaðarumboð á fólkating.