Samgonan varð bjargað á málstrikuni. Teir tríggir flokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin eru samdir um at skipa samgongu. Talan verður um átta landsstýrisfólk, fýra til Tjóðveldi, tríggjar til Javnaðarflokkin (harav løgmaður) og ein til Miðflokkin Miðflokkurin kravdi í nátt, at tað bara blivu seks landsstýrisfólk, men nú er semja um, at talið verður átta.
Løgmaður kemur við eini fráboðan um eina lítla løtu á tingfundinu, men Karsten Hansen sigur, at kravið um tveir landsstýrissessir er slept. Tingfólk síggja eisini glaðari út!










