Samgongan í Klaksvík heldur allarhelst fram

Meirlutin í Klaksvíkar býráð heldur eftir øllum at døma fram. Nýtt Sjálvstýri, Javnaðarflokkurin og

Tjóðveldi hittast í morgin, at fara í samráðingar.

 

Steinbjørn O. Jacobsen sigur, at hann fegnast um, at samgongan heldur meirlutan, tí samstarvið hevur gingið væl.

 

Jógvan Skorheim sigur, at hann væntar fyri vist, at samgongan heldur fram, men ein fortreyt er, at hann heldur fram sum borgarstjóri.