Samgongan hevur onki grundarlag at byggja sína støðu um undirsjóvartunnil til Eysturoy á, sigur Martin V Heinesen, sum var við í arbeiðsbólkinum, sum fyrireikaði tunnilin - Samgongan hevur ikki neyðuga grundarlagið til at hava eina meining um, hvussu Eysturoyartunnilin skal gerast.
Tað sigur Martin V. Heinesen, ið var við í arbeiðsbólkinum, sum fyrireikaði tunnilin í eini blaðgrein, hann hevur í Sosialinum í morgin.
Hann veit ikki, hvat samgongan byggir tað á, at verða Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin lagdir saman í eina verkætlan, fer verkætlanin at hava eitt virði upp á einar 1650 milliónir krónur.
Hann vísir á, at vinnumálaráðið sigur, at verða tunlarnar lagdir saman, sleppur landskassin við at seta 50 milliónir krónur av á fíggjarlógini um árið í 10 ár, men verður Eysturoyartunnilin gjørdur privat, tað fer tað at kosta landinum minst 80 milliónir um árið í 10 ár at gera Sandoyartunnilin.
Martin Heinesen heldur, at hetta eru tøl, sum ongin kann vita nakað um, tí enn hevur ongin tosað við privata tunnilisfelagið um, hvat tað kann gera Eysturoyartunnilin fyri.
- Privata felagið, sum tók stig til Eysturoyartunnilin, hevur ongantíð fingið møguleikan at samráðst við Landsstýrið um, hvat felagið kann gera tunnilin fyri og hvørjar treytirnar annars skulu vera.
- Tað var akkurát hetta, sum Løgtingið samtykti, at vinnumálaráðið skuldi samráðast við privata felagið aftanfyri Eysturoyartunnilin um.
- Men so langt er kom tað ongantíð. Tær samráðingarnar hava ongantíð verið og tí er eisini ómøguligt at siga nakað sum helst um, hvør munur er, at landið byggir Eysturoyartunnilin ella um privatir byggja hann.
Martin V Heinesen sigur, at av tí at privata felagið ongantíð hevur fingið møguleikan at samráðast við vinnumálaráðið um byggiprís og treytir annars, er ber ikki til at siga nakað um fyrimunir og vansar við teimum ymsum loysnunum.
- Tí eru útrokningarnar um Eysturoyartunnilin gjørdar, uttan at tey hava havt rætta grundarlagið at bygt útrokningarnar á, sigur Martin V Heinesen.