Tingfundurin, sum skuldi vera klokkan 11 í morgun, er útsettur til seinnapartin. Høvuðsmálið, sum skuldi vera til viðgerar í morgun, er at geva samkyndum foreldrum sama rætt til gjald úr barsilsskipanini, sum onnur foreldur hava.
Tað er andstøðan, sum hevur lagt uppskotið fram, men tað hevur loypt rættiligt órógv í samgonguna, at Johan Dahl úr Sambandsflokkinum hevur boðað frá, at hann fer at atkvøða fyri, kemur samgongan ikki sjálv við einum uppskoti, sum ikki ger mismun á samkyndum foreldrum og øðrum foreldur.
Tað hevur drigið út hjá samgonguni at koma við einum uppskoti, men nú í seinastu løtu er røringur komin í. Tá ið tingfundurin skuldi setast í morgun, boðaði løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, frá, at fundurin er útsettur til seinnapartin, tí arbeitt verður við einum broytingaruppskoti, sum allir flokkar í samgonguni kunnu góðtaka.










