- Samgongan er í ferð við at grava grundarlagið undan fakfeløgunum og tað kann elva til ófrið á arbeiðsmarknaðinum, sigur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag, heldur, at ætlanin hjá samgonguni at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið, er at ganga fakfeløgunum ógvuliga nær.
- Spurningurin um at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða, er gamal, men tað er rættiliga ódámligt, at tað skal enda við einum uppskoti sum hesum.
- Hetta er at ganga fakfeløgunum ógvuliga nær og spurningurin er, hvørjar avleiðingar, tað fær.
Hann leggur afturat, at hann virðir arbeiðsfriðin í einum sáttmálaskeiði, men hetta heldur hann kortini eru so álvarslig inntriv, at vandi er fyri líka álvarsligum aftursvari.
Formaðurin í Havnar Handverkarafelag, leggur dent á, skulu útlendingar higar, skal tað vera undir skipaðum viðurskiftum og tað skal vera undir eftirliti fyri at tryggja, at útlendingar ikki arbeiða fyri undirløn, ella í aðrar mátar arbeiða undir umstøðum, sum eru undir føroyskt støði.
- Og tað kravið livir hetta uppskotið hjá samgonguni ikki upp til, staðfestir hann.
Eli Brimsvík sigur, at fakfeløgini eru besti myndugleiki at hava eftirlit við, at útlendingar fáa tað løn, teir eiga.
- Tað kann lættliga gerast við at lata arbeiðsgevarin rinda eftirløn og onnur sosial gjøld til fakfeløgini, tí tey eru prosentvís gjøld av lønini so av teimum sæst, hvat tey fáa í løn.
Hann góðtekur heldur ikki, at útlendingar skulu hava trygd fyri 30 arbeiðstímum um vikuna, samstundis sum føroyingar onga slíka trygd fáa.