Samgongan ikki nógv at gera!

Annika Olsen, løgtingslimur hjá Fólkaflokkinum, heldur, at samgongan kann ikki hava nógv at gera, nú ikki færri enn seks tingfólk hava gjørt av at stilla upp til býráðsvalið í Havn.

- Samgongan kann ikki hava nógv at gera, nú ikki færri enn seks tingfólk hjá samgonguni hava gjørt av at stilla upp til býráðsvalið í Havn.

 

Tað heldur Annika Olsen, løgtingslimur hjá Fólkaflokkinum, sum í kvøld ger viðmerkingar á sínari Facebook-síðu.

 

Hon vísir á, at millum tey uppstillaðu eru enntá politikarar‚ ið manna týdningarmiklar sessir i løgtinginum. Ein teirra er figgjarnevndarformaður, og ein annar er formaður á løgtingi fyri Tjóðveldi.

 

- Hetta eru øll fitt og skilagóð fólk‚ men sunt fyri fólkaræðið er tað ikki‚ at politikarar manna fleiri politiskar sessir‚ har bland kemur í áhugamálini hjá ávikavist landinum og kommununum, heldur Annika Olsen, løgtingslimur.