Samgongan hevur vilja til at halda fram

Eftir at hava hildið fund nú seinnapartin, er løgmaður væl nøgdur, tí hann heldur avgjørt, at ABC samgongan hevur góðan møguleika at halda fram Tvey umboð fyri ávíkavist Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin hava sitið handan stongdar dyr í Tinganesi nú seinnapartin og kanna møguleikarnar fyri at ABC samgongan kann halda fram.

í tíðindunum á Rás 2 nú klokkan 16, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, at teir tríggir flokkarnir hava tosað um nøkur stórmál, sum kunnu elva til trupulleikar.

Hann hugsar serliga um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar og spurningin um marknaðaratgongdina út í heim. Men teir hava eisini tosað um grundleggjandi fiskivinnumál og um, hvussu fiskivinnan skal skipast eftir 2018, tá ið øll fiskiloyvi ganga út og teir hava eisini tosað um kommunubygnaðir.

Og tað var ein bjartskygdur løgmaður, sum kom út av fundinum, tí hann sigur, at hann merkti, at vilji er til staðar at halda fram við ABC samgonguni.

- Eg eri væl nøgdur við fundin og eg síggi avgjørt møguleikar fyri at ABC samgongan kann halda fram.

Umboðini fyri teir tríggjar flokkarnar hava nú avtalað at tosa við hvør sína tingmannig og so skulu teir hittast aftur seinni í dag, tá ið tey fara at gera støðuna upp.