Samgongan hevur ongan møguleika

Vit fáa onga uppboðssølu av fiskirættindum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

- Ætlanin at gera eina fiskivinnuskipan, har fiskirættindi skulu seljast á uppboði, er deyðadømd í føðingini.

 

Tað er Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, púra sannførdur um.

 

Samgongan arbeiðir við at gera eina nýggja fiskivinnuskipan, har kjarnin er, at ein stórur partur av fiskirættindunum skulu seljast á uppboði.

 

Men tingmaðurin fyri Sambandsflokkin er púra vísir í, at tað verður av ongum.

 

- Eg veit við vissu, at tað er ikki undirtøka í samgonguni fyri eini uppboðssølu, sigur hann.

 

Og hann veit eisini, at tað eru fleiri limir í samgonguni, sum ikki taka undir við tí.

 

Hinvegin ivast hann heldur ikki í, at tað fer at bera til at fáa fleiri flokkar at semjast um eina nýggja fiskivinnuskiskipan - men tað verður ein skipan, har uppboðssølan í besta føri, bara verður ein viðfáningur.

 

Hann sigur, at tann nýggja fiskivinnuskipanin fer at líkjast nógv skipanini, vit hava í dag, har reiðarar rinda eina tilfeingisrentu, ella eitt gjald fyri at fiska.

 

Hinvegin heldur hann, at talan kann verða um, at nýggj rættindi verða seld á uppboði, ella ein viðfáningar av teimum rættindum, vit hava nú, kanska eini fimm prosent.

- Stórt meiri verður ikki talan um at selja á uppboði, leggur hann afturat.