Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur nú tryggjað sær, at Sambandsflokkurin stendur saman og atkvøður ímóti broytingaruppskotinum um uppboðssølu á tingfundinum seinnapartin. Harvið hevur løgmaður tryggjað sær at samgongan ikki kemur í minniluta sjálvt um Miðflokkurin skuldi atkøvtt við andstøðuni.
Løgmaður hevur eisini tryggjað sær, at øll tingfólk hjá samgonguni møta á tingi, og tí er eykamaður innkallaður fyri Rósu Samuelsen.
Sambært Bill Justinussen fer Miðflokkurin eisini at atkvøða fyri, um øll hini í samgonguna gera tað, tí løgmaður skal ikki fáa tað høvi til at koyra Miðflokkin úr samgonguni. Men atkvøður Miðflokkurin ikki við samgonguni, so verður flokkurin koyrdur úr samgonguni í dag, sigur løgmaður.










