Samgongan hevur logið fyri okkum og fyri sær sjálvum!

Málið um at broyta hjúnabandslógina gjørdist ein stórur spurningur til seinasta Løgtingsval. Tá valið avtornaði, so var ikki óhugsandi, at hjúnabandslógin fór at broytast soleiðis, at tvey av sama kyni fingu loyvi at giftast, tí at teir "liberalu flokkarnir" høvdu vunnið. Málið var eisini ein partur av samgongusamráðingunum. Jógvan Skorheim, formaður í Nýtt Sjálvstýrið, gjørdi vart við, at teir trektu seg úr samráðingunum, tí at fólk úr hinum flokkunum kravdu, at samgonguskjalið skuldi staðfesta, at hjúnabandslógin skuldi broytast.

 

Hetta varð tó ikki staðfest í samgonguskjalinum, heldur varð skrivað:

 

"Í sonevndum etiskum málum stendur hvørjum einstøkum tingfólki frítt at atkvøða eftir egnari sannføring."

 

Tað stóð harvið klárt, at samgongan ikki ætlaði sær at viðgera málið um hjúnabandslógina, sum eitt partapolitiskt mál ella eitt sokallað "samgongumál".

 

Til 2. viðgerð av hjúnabandslógini gjørdist tað klárt, at Heðin Mortensen og Kristin Michelsen ikki vildu atkvøða fyri uppskotinum. Hetta førdi við sær, at samgongan fór á "kreppufund" og samtyktu at beina málið aftur í nevnd. Pauli Trond Petersen rópti tá, í KVF dagin eftir, upp um, at hetta var vánaligt fyri samgongusamstarvið. Tað hoyrdist eisini, at samgongan møguliga fór at slitna, um málið ikki varð samtykt. Longu her gjørdist tað klárt fyri Føroya fólk, at talan var um eitt samgongumál.

 

Tá málið kom aftur úr nevnd, so legði Heðin Mortensen eitt broytingaruppskot fram, ið skuldi koyra málið út til fólkaatkvøðu. Hetta kom sera óvart á nógvar samgongulimir. Meðan samgongulimirnir ferð aftan á ferð søgdu í orðaskiftinum í tingsalinum, at talan var ikki um eitt partapolitiskt mál, so sótu Heðin Mortensen og Kristin Michelsen á fund við samgonguleiðarunum, har teir mugu hava verið hóttir við øllum ringum. Tað endaði við, at Heðin tók sítt uppskot aftur, tí hann viðgekk, at hann varð noyddur til hetta, tí annars fór samgongan at slitna. Hann var púra greiður, tá hann segði, at málið varð vorðið eitt samgongumál.

 

Vit síggja her sjónlig prógv fyri, at samgongan hevur arbeitt púra øvugt móti tí, sum stendur skrivað í samgonguskjalinum. Samgongan hevur altso logið fyri Føroya fólk, og tey hava logið fyri sínum tinglimum.

 

Høgni Hoydal segði í Løgtinginum til 1. viðgerð av hjúnabandslógini í 2013: "..tað átti ikki at verið partapolitikkur, sum avgjørdi mannarættindi í einum samfelagi..". Tó so hevur Høgni Hoydal, sambært Sosialinum, verið millum teimum, ið fundaðist við Heðin Mortensen og Kristin Michelsen undir 2. viðgerð fyri at fáa teir at atkvøða við samgonguni.

 

Høgni hevur eisini sagt hetta á Løgtingsins røðarapalli:

 

"..so fara vit eisini at lova, at ein triðingur av løgtingsfólki, ein triðingur av løgtingsfólki, skal, um tey ynskja tað, fáa mál til fólkaatkvøðu, um tey halda tað vera so mikið týdningarmikið."

 

Tó so er Høgni, sum áður víst á, millum teirra, ið aktivt blokerar fyri, at málið fer út til fólkaatkvøðu.

 

Upp móti valinum róptu táverandi andstøðulimir upp um, at tey fóru ongantíð at viðgera hjúnabandslógina sum eitt partapolitiskt mál. Eisini varð meira gjøgnumskygni og erligheit lovað, í kjalarvøranum av, at táverandi løgmaður Kaj Leo Johannesen hevði logið fyri Løgtinginum. Nú tá málið um hjúnabandslógina er fyribils avgreitt, so eru tað hesi somu fólk, ið hava ført óerligan og hyklandi politikk.

 

 

Aksel Flagstad Berg

Nevndarlimur, Ung fyri Miðflokkin