- Tá ið útlendingalógin varð broytt 1. juli, lovaði samgongan, at nakrar fylgilógir skuldi eisini setast í gildi fyri at tryggja, at útlendsk arbeiðsmegi, sum kom higar at arbeiða, ikki verða útnyttað, men kemur at arbeiða undir teimum treytum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Tað sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Men higartil hevur samgongan ikki hildið orð, staðfestir hon.
- Samgongan lovaði okkum, at tað skuldi bera til hjá fakfeløgum úti um landið at útvega sær lønarseðlar hjá arbeiðsfólki fyri at tryggja, at tey fingu lógarásettu lønina og at treytirnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum annars verða hildnar. Og annars vilja fakfeløgini hava innlit í, hvørjir fólk koma til landið og, hvar tey arbeiða.
- Útlendingastovan er í Havn og hevur ongan møguleika at kanna viðurskiftini kring landið og tí er tað neyðugt, at fakfeløgini fáa møguleikan at fylgja við og tað lovaði samgongan okkum, sigur Ingeborg Vinther.
Men higartil hevur hon ikki hildið orð, leggur hon afturat.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, staðfestir, at tað er vónleyst at hava eftirlit, tá ið fakfeløgini ikki vita, hvørjir arbeiðsgevarar fáa útlendska arbeiðsmegi til landið.
- Tað er ein stórur trupulleiki, staðfestir hann.
Hava neyvt eftirlit
Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna, sigur, at ætlanin er at hava eftirlit við, at allar reglar verða hildnar.
Men hon staðfestir eisini, at nýstovnaða útlendingastovan má fáa møguleikan til at koma á føtur, áðrenn ov stór arbeiðsbyrða verður løgd á hana.
- Útlendingastovan hevur ikki meiri enn ein mánað á baki og starvsfólk eru akkurát sett, so hon hevur ikki virkað í meiri enn tvær vikur kanska. Hon hevur ikki so frægt sum fingið skrivstovu enn og tíansheldur hava tey fingið høvið til at seta seg inn í øll viðurskiftini.
Men Helena Dam á Neystabø sigur, at tá ið útlendingastovan er komin á føtur, fer hon at taka málið upp um, hvat eftirlit hon heldur, krevjast at verða sett í verk og, hvørji tiltøk eru neyðug at seta í verk fyri at tryggja eitt nóg gott eftirlit.
- Tað verður eitt tað fyrsta, hon fer undir, tá ið hon rættiliga er komin í gongd, leggur landsstýriskvinnan afturat.
Hon sigur, at endamálið við útlendingastovan varð nettupp at hava eftirlit við útlendskari arbeiðsmegi og tá ið hon rættiliga er farin at virka, fer hon at seta seg inn í, hvørji tiltøk, tað er hóskandi at seta í verk.
Helena Dam á Neystabø staðfestir eisini, at hetta er eitt arbeiði, sum skal gerast í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, so teir verða eisini tiknir við í myndina
Hon vónar at hetta arbeiðið kann fáast frá hondini í ár.
Les eisini greinina: Til Føroyar at arbeiða uttan lóg og rætt









