Høgni Hoydal
----
Dimmalætting hevur mikudagin, 3. apríl 2012, tey gleðiligu tíðindi, at landskassúrslitið fyri 2011 var meira enn tvífalt betri, enn roknað varð við, tá fíggjarlógin fyri 2011 varð løgd. Roknað varð við halli á 538 mió, men hallið gjørdist "bert" 258 mió. kr.
Hetta eigur at gera okkum øll hugbjørt, errin og umhugsin. Tí tað er fólkið í landinum, sum skapar virðini. Og umhugsni eigur at vera um, hví so stórur munur er á.
Løgmaður segði á Rás2 mikudagin 3. apríl 2012, at hetta vísti, at samgongan hevði gjørt okkurt rætt(!). Hann royndi harvið at flyta fokus frá teirri politisku vanlukkustøðu, samgongan er í. Og at geva hesi høgrasamgonguni heiðurin fyri nakað, ið hon hvørki eigur lut ella part í.
Haldi, at máti skal vera við at siga ósannindi og halda fólk vera stuttmint og óupplýst!
Tað var júst árið 2011, at Fólkaflokkurin var uttanfyri ávirkan, og Tjóðveldi (í fiskivinnumálum saman við Framsókn) tók tøkini og hevði veruliga ávirkan á landsins leiðir saman við eini minnilutastjórn
Úrslitið hjá landskassanum, sum nú er komið fram fyri 2011, er altso eitt úrslit, ið júst er komið ÁÐRENN hendan vanlukkusamgongan setti seg við valdið.
Og ÁÐRENN flatskatt, pensjónsskatting við inngjald og øll tey asosialu tiltøkini mótvegis veikastu bólkunum. Og áðrenn niðurskurð hjá lesandi, innan útbúgving, gransking og mentan og annað ultra-høgravent tankagóðs.
100 milliónir aftureftir hjá nýggju samgonguni
Tað áhugaverda er nú, at úrslitið fyri 2011 er munandi betri enn tað úrslitið, sum hendan ABDH-samgongan kalkulerar við fyri 2012 og 2013.
Altso eitt týðiligt prógv um, at kósin í 2011 var røtt, og at kósin aftureftir nú er bæði blóðskeiv og óneyðug.Tað áhugaverda er nú, at úrslitið fyri 2011 er munandi betri enn tað úrslitið, sum hendan ABDH-samgongan kalkulerar við fyri 2012 og 2013.
Altso eitt týðiligt prógv um, at kósin í 2011 var røtt, og at kósin aftureftir nú er bæði blóðskeiv og óneyðug.Tað áhugaverda er nú, at úrslitið fyri 2011 er munandi betri enn tað úrslitið, sum hendan ABDH-samgongan kalkulerar við fyri 2012 og 2013 í júst framløgdu fíggjarkørmunum.
Úrslitið á framløgdu fíggjarkørmunum hjá samgonguni fyri 2012, er 100 mió. kr. SKEIVA VEGIN! Altso, 100 mió. kr. størri undirskot enn í 2011.
Í fíggjarkørmunum, sum samgongan legði fram 30. mars í ár, verður roknað við hesum úrsliti hjá landskassanum komandi tvey árini:
Í 2012 = 365 mió. í halli
Í 2013 = 250 mió. í halli
Og vit vita nú, hetta úrslitið:
2011 = 258 mió. kr. í halli
Tað vil siga, at tað sambært landsstýrinum sjálvum gongur heilt skeiva vegin í fíggjar- og búskaparpolitikkinum. Ikki fyrr enn um tvey ár, nærkast vit aftur úrslitinum fyri 2011. Altso eitt týðiligt prógv um, at kósin í 2011 var røtt, og at kósin aftureftir nú er bæði blóðskeiv og óneyðug.
Verri úrslit hóast stórar eyka inntøkur
Og hvussu kann hetta vána úrslitið hjá samgonguni nú bera til, tá vit vita:
At meira enn 120 mió. kr. í eyka inntøku av kapitalvinningsskatti frá søluni av Havsbrún eru í 2012 í mun til 2011?
At hetta landsstýrið krevur dupultan og nógv hækkaðan skatt inn av pensjónsuppsparing. Teir brúka bæði skattainntøkur frá framtíðini av pensjónsuppsparing við inngjald. OG teir brúka av skattinum við útgjald av teimum pensjónsuppsparingum, ið eru inngoldnar innan 1. januar 2012?
At teir høgga av hæli og klippa av tá hjá veikastu samfelagsbólkunum til tess at fáa sín flatskattafót at passa í tann skógvin, sum teir hava kravt føroyska samfelagið at ganga í komandi árini?
Krevja greitt svar frá Kaj Leo og Jørgin
Vit mugu nú krevja greitt svar frá løgmanni og fíggjarmálaráðharranum uppá hesar spurningar:
Hvussu ber tað til, at landsstýrið ikki hevur lagt fram ella bygt á tølini fyri 2011 í sambandi við karmarnar komandi árini?
ANTIN hevur Dimmalætting størri innlit í røttu tølini fyri landsbúskapin enn fíggjarmálaráðharrin, sum hevur havt beinleiðis tíðindafund fyri øllum Føroya fólki og málað eina heilt aðra mynd...
...ELLA hevur landsstýrið tilvitað roynt at fjala tølini fyri 2011, so samgongan á løgtingi kann samtykkja ógvusligan høgrapolitikk í framløgdu fíggjarkørmunum, áðrenn veruligu tølini koma fram.
Errin vegna Tjóðveldi
Eg eri vegna Tjóðveldi serstakliga errin av úrslitinum fyri 2011. Tí tað, sum er sermerkt fyri árið 2011, er, at júst hetta árið var Fólkaflokkurin uttanfyri landsstýrið. Tjóðveldi (og í fleiri málum eisini Framsókn) tók ábyrgd, sum ikki er sædd áður i føroyskum politikki. Gjørdi ítøkiligar og undirskrivaðar avtalur við minnilutastjórnina. Hevði veruliga ávirkan og gjørdi semjur um týdningarmikil átøk, ið hava vent gongdini og landskassaúrslitinum munandi, í mun til tað, sum ABC-landsstýrið arbeiddi við og roknaði við, tá fíggjarlógin fyri 2011 varð gjørd í desember 2010.
Og júst her liggur ein stórur partur av orsøkunum til, at munurin á metingunum og endaliga úrslitinum fyri 2011 gjørdist so stórur..
Vit tóku ábyrgdina, eftir at alt hevði ligið í stjórnarloysi í langa tíð. Og vit framdu nøkur tiltøk, sum hava havt sera stóra ávirkan á at venda hallinum. Uttan at gera asosial tiltøk. Uttan flatskatt, pensiónsskatting og knokkroyting av teimum lægstløntu. Og við at raðfesta, mentan, útbúgving og gransking.
Týdningarmikil átøk
Nógv av tiltøkunum fara eisini uttan iva at kasta nógv av sær komandi árini, Til dømis friðingar av ungfiski, Húsalánsgrunnurin, Búskapargrunnurin, Havrannsóknarskipið, virksemisskapandi íløgur í heilsuverk og bústovnar, royndirnar við makrelinum, Ferðaráðið endurstovnað o.a. Um tað altso ikki eydnast núverandi samgonguni at bróta alt niður aftur - sum tey í fleiri førum longu hava fráboðað.
Okkara avgerðir góvu ikki viðurkenning frá veljaranum til valið, men úrslitini síggjast m.a. í tí meira enn tvífalt so góða úrslitinum fyri 2011, enn roknað varð við.
Hvør vil mála daprar myndir av búskapinum?
Fari eisini at undirstrika, at tað eru ikki Tjóðveldi og andstøðan, ið hava roynt at mála eina svarta og neyðarsliga mynd av búskaparstøðuni og møguleikunum hjá okkum at mennast og vaksa.
Tað hava hinvegin løgmaður og hendan samgongan – við Fólkaflokki, Miðflokki, Sjálvstýrisflokki og Sambandsflokki – gjørt. Fyri í fyrsta lagi at hava bíligar umberingar fyri at fara til Danmarkar at bidda pengar. Og í øðrum lagi fyri at uppfinna grundgevingar fyri sínum grova niðurbrótingarpolitikki.
Alt bendir eisini á, at landsstýrið roynir at gera tølini ljótari fyri núverandi støðuna fyri seinni at royna at billa fólki inn, at teirra høgravendi politikkur hevur vent gongdini.
Slík reinging av veruleikanum, eigur als ikki at góðtakast og má fáast fram í ljósið, áðrenn upp aftur størri skaði stendst av hesum gørpum. Altso eitt týðiligt prógv um, at kósin í 2011 var røtt, og at kósin aftureftir nú er bæði blóðskeiv og óneyðug.at kósin í 2011 var røtt, og at kósin aftureftir nú er bæði blóðskeiv og óneyðug.at kósin í 2011 var røtt, og at kósin aftureftir nú er bæði blóðskeiv og óneyðug.











