Hevði landstingsval verið í Grønlandi nú, hevði samgongan millum Siumut og Atassut mist meirilutan, og landsstýrið hevði fallið. Tað sæst í einari kanning, sum HS Analyse og blaðið Sermitsiaq hava gjørt. Eftir kanningini hevði Siumut mist tveir av sínum 10 tinglimum, meðan Atassut hevði varðveitt sínar seks. IA og Demokratarnir høvdu fingið hvør sínar átta tinglimir og kundu sostatt skipað samgongu við 16 av teimum 31 tinglimunum.










