Sámal Matras Kristiansen hevur fylgt væl við í teimum fýra veljarakanningunum, sum hava verið kunngjørdar seinastu vikuna, og hann hevur gjørt sær nakrar metingar um viðurskiftini og samspælið millum andstøðu og samgongu.
- Tað sær ikki út til, Tjóðveldi megnar at spinna gull uppá andstøðuleiklutin, sum flokkurin hevur havt seinastu fýra árini. Tað er okkurt, sum bendir á, at andstøðan ikki megnar at bjóða samgonguni av, og eg meti ikki, at andstøðan hevur staðið seg serliga væl. Tjóðveldi fer møguliga at varðveita sína umboðan, hóast hendan kanningin ikki gevur teimum eitt gott úrslit, men flokkurin fær neyvan tað fantastiska úrslitið, og hann hevur ikki momentið við sær, metir Sámal Matras Kristiansen um teir seinastu dagarnar av valstríðnum.
Fólkaflokkurin heintar innaftur
Fólkaflokkurin hevur í fleiri kanningum staðið til eina stóra afturgongd, men hendan gongdin tykist at vera steðgað, og flokkurin sær út til at heinta nakað av tí mista innaftur í endaspurtinum, eftir at hann hevur ligið illa í svinginum sambært kanningum.
- Tað at Fólkaflokkurin eftir øllum at døma hevur steðgað afturgongdini, kann hava við sær, at vøksturin hjá Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum steðgar, sigur Sámal Matras Kristiansen, sum metir, at Fólkaflokkurin serliga hevur mist til hesar báðar flokkar.
Sámal Matras Kristiansen sigur, at Sambandsflokkurin eftir øllum at døma aftur fer at staðfesta seg sum tann størsta flokkin, og nógv bendir á, at tann interna maktbalansan í samgonguni fer at vera til fyrimuns fyri Sambandsflokkin.
Spurningurin er so, um hetta fer at ávirka krøvini hjá Sambandsflokkinum til einar komandi samgongusamráðingar, og um flokkurin fer at krevja løgmanssessin frá Javnaðarflokkinum.
Javnaðarflokkurin fær sambært hesi kanningini sjey tinglimir, og Sámal Matras væntar, at løgmansflokkurin antin fer at varðveita sína umboðan ella at missa ein tinglim, hóast hann hevur ligið í tungum sjógvi sambært summum kanningum.
Sjálvstýrið funnið sína legu
Sjálvstýrisflokkurin gongur markant fram í øllum kanningum, sum hava verið kunngjørdar higartil, men samfelagsfrøðingurin heldur, at hann nú hevur funnið eina legu, og at trøini ikki vaksa inn í himmalin.
- Eg rokni við, at Sjálvstýrisflokkurin hevur funnið eitt niveau uppá umleið 2000 atkvøður til komandi løgtingsval, sigur Sámal Matras, og hann heldur, at Sjálvstýrisflokkurin liggur trygt á tveimum tingmonnum sambært teimum seinastu kanningunum.
Sjálvstýrisflokkurin hevur rættiliga langt upp til tann triðja tingmannin og skal somuleiðis missa nógv fyri at enda á einum tingmanni.
Miðflokkurin svingandi úrslit
Hendan kanningin gevur Miðflokkinum 9,3 prosent, og tað er tað besta úrslitið, sum Miðflokkurin hevur fingið higartil. Nógv bendir tí á, at Miðflokkurin aftur fer at økja sína tingmanning eins og hann gjørdi á síðsta vali.
Tó er Sámal Matras Kristiansen skeptiskur um framgongdina hjá Miðflokkinum.
- Miðflokkurin hevur havt svingandi úrslit í teimum ymsu kanningunum, og tí skal flokkurin als ikki kenna seg tryggan við at fáa tríggjar tinglimir. Tað verður ógvuliga spennandi at eygleiða valkvøldið, um Miðflokkurin fer at hála tann triðja tingmannin til sín hesuferð. Tað veldst eitt sindur um endaspurtin, sigur Sámal Matras Kristiansen.
Hann vísir á, at Miðflokkurin stendur seg munandi betri í kanningunum hjá Fynd enn hjá Gallup, og at hetta er undrunnarvert í sær sjálvum (yvirlitið yvir fýra tær seinastu kanningarnar sæst aðrastaðni á hesum síðum).
Lítil ivi er tó um, at Miðflokkurin fer at fáa framgongd. Spurningurin er bert, um hetta er nóg mikið til at fáa triðja tinglimin.
Hinvegin vísir tað seg, at Tjóðveldi stendur seg munandi betri í kanningunum hjá Gallup enn hjá Fynd. Tjóðveldi hevur fingið níggju tinglimir í kanningum hjá Gallup og seks í kanningini hjá Fynd og Sosialinum í dag.
Sámal Matras Kristiansen roknar við, at Tjóðveldi er undirumboðað í hesi nýggjastu kanningini hjá Fynd, men at flokkurin ikki beinleiðis kann rokna við einum kanónvali.
- Hesi viðurskifti benda á, at kanningarnar hava okkurt slag av bias í útveljingini av respondentum, sum ger, at kanningarnar er til fyrimuns fyri ávísar flokkar, heldur Sámal Matras Kristiansen, sum tó leggur afturat, at hetta er torført at meta um, tá hann ikki hevur beinleiðis innlit í útveljingina.
Miðnámsflokkurin kann gerast jokari
At enda er tað Miðnámsflokkurin, sum hevur markerað seg sum ein protestflokk burturav. Hann krevur bara ein nýggjan studentaskúla, og alt bendir á, at flokkurin hevur megnað at fáa hetta málið á dagsskrá.
Eftir at Javnaðarflokkurin hevur ligið í buktini viðvíkjandi nýggjum studentaskúla í Marknagili, hevur løgmaður verið úti og boðað frá, at Javnaðarflokkurin tekur undir við at flyta Studentaskúlan út í skúladepilin í Marknagili.
- Miðnámsflokkurin hevur enn ikki verið omanfyri tinggáttina í nakrari kanning, og tí verður tað torført hjá hesum flokki at gera seg galdandi. Flokkurin kann tó fáa ávirkan á valúrslitið, tí at hann tekur atkvøður kanska serliga frá Tjóðveldi, sigur Sámal Matras Kristiansen.










