Hetta er at halda tey, sum standa á bíðilista til at fáa eina íbúð, fyri gjøldur. So hvassorðað eru Bústaðir, nú Løgtingið viðgerð bústaðarpakkan hjá samgonguni.
Eftir bústaðarpakkanum fáa Bústaðir heimild til at læna 450 milliónir krónur at byggja íbúðir fyri. Av teimum skulu 200 milliónir brúkast til at byggja barnaheim, og bústaðir til onnur við serligum tørvi.
Annars skulu 125 milliónir brúkast til at byggja bústaðir kring um í landinum, har eingin kapping er um at byggja bústaðir, og 125 milliónir skulu brúkast til at byggja bústaðir í økjum, har tað annars er kapping um at byggja, ella í Havnini, á Skálafjørðinum, og í Klaksvík.
Men tá ið Bústaðir skulu byggja í økjum, har kapping er, skal tað vera undir marknaðartreytum og tað merkir, at Bústaðir skulu hava eitt størr avkast enn annars. Tað hevur verið upplýst, at leysliga mett fer hetta at gera, at tað verður eini 20 prosent dýrari at leiga eina íbúð.
Bústaðir vísa á, at tað standa 2.500 fólk á bíðilista eftir at fáa eina íbúð frá. Eini 2.000 av teimum søkja um at fáa íbúð í Havnini, men eftir bústaðarpakkanum frá samgonguni fáa Bústaðir 125 milliónir at byggja fyri í økjum, har kapping er um at byggja og fyri tað kunnu Bústaðir í mesta lagi byggja 70 íbúðir hesi næstu árini. Og tey halda, at tað er at halda tey, sum standa á bíðilista fyri gjøldur, tí hetta samsvarar als ikki við tørvin, sum er.
Tey vísa eisini á, at nú skulu Bústaðir brúka 200 milliónir upp á at byggja barnaheim, ella barnabústovnar, men tað er annars ein uppgáva, landskassin plagar at taka sær av og tað er ikki ein góð loysn at flyta uppgávur, sum hava ligið undir landskassanum, yvir á Bústaðir.