Samgongan í Havn hevur æruna av úrslitinum

Landspolitikkurin hjá Javnaðarflokkinum eigur ikki æruna av framgongdini til býráðsvalið, men hana eigur samgongan í býráðnum, sigur Heðin Mortensen, toppskorari á valinum Heðin Mortensen er onga løtu í iva um, at stóra framgongdin hjá honum á kommunvalinum hevur einki við Javnaðarflokkin í løgtinginum at gera.

Býráðsformaðurin skilir greiðan mun millum kommunalpolitikk og landspolitikk, og tí eigur Javnaðarflokkurin á landsfundi sínum neyvan at tilskriva sær nakran heiður av kommunalvalinum í eitt nú Tórshavnar kommunu.

Vágaportalurin hevur ringt til Heðin Mortensen um hann hevur eina viðmerking til formansrøðuna hjá Jóannes Eidesgaard, har hann millum annað sigur soleiðis:

- Fyri Javnaðarflokkin og fyri okkum javnaðarfólk var henda vikan ein ótrúliga spennandi og gevandi vika. Kommunuvalið seinasta týsdag flutti flokkin fram í fremstu røð í eini røð av bæði stórum og smáum kommunum, sigur Heðin Mortensen.

- Tað er ikki mín persónur, sum eigur heiðurin av góða úrslitinum á kommunu valinum, men samgongan millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi í Tórshavnar býrað sum hevur fingið hesa stóru framgongd. Tað mugu vit halda fast um, sigur Heðin Mortensen.

- Vit hava havt eitt fyrimyndarligt samstarv og tað hava vit eisini ætlanir at gera í framtíðini. Og góða samstarvið millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi og samgongupolitikkurin í býráðnum hevur einki við landspolitikk at gera, sigur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen.