Samgongan handlaði skjótt við Bussmálinum.

Sjúrður Olsen, Býráðslimur í Havn

Greinin í Sosialinum mánadagin 30. oktober um børn í Kollafirði, sum koyra ókeypis til Havnar í skúla, fekk samgonguna at handla í óðum verki tríggjar dagar seinni við at seta ókeypis busskoyring fyri øll í verk.
Teir hækka koyringina frá 11 mill. kr. til næstan 15 mill. kr. Hvar pengarnir skulu koma frá, verður onki nevnt um. Kanska teir kunnu hækka kostnaðin fyri bátaplássini enn meir, ella taka enn meir frá vinnuni í ruskgjaldi.
Fíggjarætlaðin fyri 2007 er langt síðan samtykt. Eg kundi kanska tikið undir við og diskutera ókeypis koyring til skúlanæmingar, men vaksin hava ráð at gjalda kr. 200,- um mánaðin og pensionistar gjalda kr. 100,-.
Nú tá tað er ókeypis koyring koma heilt vist onnur krøv frá fólki. Sum komu noyðast fólk á Argjaboða sum nú er at ganga líka heim til Argjaskúla til fyrsta steðgiplássið. Hava tey og onnur í somu støðu ikki rætt at fáa bussin nærri, nú tey gjalda brúkaragjald?
Kommunan er fíggjarliga væl fyri í dag, men eg eri bangin fyri, um hettar óskilið at hækka raksturin heldur áfram, verður tað bara spurningur um tíð, til vit noyðast at taka lán aftur. Tað er sunt at svimja, hví ikki svimja ókeypis?
Annars haldi eg, at samgongan í Havn siglir uttan mið og mál. Tað verður ein kanin hálað upp úr hattinum nú og tá. Planlegging er ein býur í Kina. Meirilutin hevur ikki rygg til nakað sum helst.
Eg haldi, at borgarstjórin Heðin Mortensen átti at umhugsað at hoppa yvirum aftur í Sambandsflokkin.