Samgongan grundleggjandi ósamd

Landsstýrissamgongan sat á fundi allan fyrrapartin í gjár, fyri at royna at semjast um uppskotið um fólkaatkvøðu, sum í dag skal leggjast fyri løgtingið.

Tá Sosialurin fór til prentingar var samgongan enn grundleggjandi ósamd. Ósemjan stendur millum Tjóðveldisflokkin á aðraru síðuni og Fólkaflokkin á hinari síðuni. Keldur í Tinganesi siga, at partarnir eru grundleggjandi ósamdir um fleiri viðurskifti. Millum annað er ósemja um, hvørt vit á fólkaatkvøðuni skulu staðfesta okkara sjálvsavgerðarrætt ella ei. Men, sum skilst, eru partarnir eisini ósamdir um fleiri onnur viðurskifti.