Í næstu viku er val til grønlendska Landstingið, og sambært einari nýggjari meiningakanning hjá Sermitsiaq fáa samgonguflokkarnir júst tað tingmannatalið, sum er neyðugt, fyri at teir kunnu halda fram.
Kanningin gevur IA 13 tinglimir og Demokratunum tríggjar, og hóast flokkarnir missa hvør sín tinglim, eru 16 nóg mikið til at varðveita meirilutan í tinginum.
Tann stóri andstøðuflokkurin, Siumut, fær eitt gott val. Kanningin gevur honum 12 tinglimir ella tríggjar fleiri enn nú. Atassut missir eitt av teimum trimum umboðunum, sum flokkurin fekk seinast, og tann nýggi flokkurin, Partii Inuit, fær eftir kanningini eitt umboð á ting.
Kattusseqatigiit, sum fekk eitt umboð í Landstingið á valinum í 2009, fær einki umboð hesaferð sambært kanningini hjá Sermitsiaq.