? Lítlasamgonga hevur gjørt av at arbeiða víðari við málinum um undirsjóvartunnilin, og ein loysn er í ljósmála.
Hetta sigur Jørgin Niclasen, løgtingsmaður Fólkafloksins fyri Vága valdømi.
Klokkan 17oo fyrradagin hevði lítlasamgonga fund um málið, og har varð komið fram til hesa semju, sum ger, at er Jørgin Niclasen ikki tekur stuðulin til samgonguna aftur, soleiðis sum valfelag hansara annars hevur mælt honum til. Vit frætta eisini, at Suni Jacobsen, tingmaður Sambandsfloksins eisini tekur undir við semjuni.
Jørgin Niclasen vil ikki siga nærri, hvat semjan snýr seg um, men sum Sosialurin skilir er ætlanin at finna fram 35 milliónir krónur - partvís av verandi fíggjarætlan og partvís av fíggjarætlanini fyri 1998. Men hvat semjan í veruleikanum snýr seg um, vil Jørgin Niclasen ikki siga - bara tað, at hann hevur sligið seg til tols við semjuna.
? Málið verður ikki blokerað meira í landsstýrissamgonguni, og stríðið er hervið steðgað, sigur hann.
? Nær kunnu vit so vænta eina loysn?
? Eg fái ikki sett dato á, men tað verður skjótt.
? Verður tað í ár?
? Tá fái eg ikki sagt meira um, sigur hann.
Jørgin Niclasen vísir annars á, at tað í veruleikanum ikki er gjørt nakað ítøkjuligt við undirsjóvartunlin, uttan tað, at arbeitt varð seriøst við ætlanunum - við hugskotunum, tá Sámal Petur í Grund varð koyrdur frá.
? Nú heldur hetta arbeiðið fram, og tað eri eg nøgdur við, sigur hann.