Við fíggjarlógini fyri næsta ár, gera landsmyndugleikarnir seg enn einaferð inn á kommunala geiran.
Tað sigur Kommunusamskipan Føroya, KFS, í viðmerking til fíggjarlógina
- Gjørdar avtalur verða brotnar, vanligar hoyringsmannagongdir verða settar til síðis, og enn einaferð leggur landsins fíggjarlóg upp til, at eykarokning verður send kommununum, sigur KFS.
Tað eru fleiri viðurskifti, sum KSF átalar.
Millum annað verða eykaútreiðslur lagdar á kommunurnar á barnaverndarøkinum, útreiðslurnar hjá kommununum til rentustuðul vaksa og vanligar hoyringsmannagongdir verða broyttar.
Eitt dømi er, at gjøldini, kommunurnar gjalda, tá ið børn verða innskrivað á samdøgursstovnar hjá landinum verða tvífaldað, uttan nakra sakliga grundgeving.
Sostatt skulu kommunurnar gjalda ein stóran part av útreiðslunum á einum øki, sum tær hvørki hava innihaldsligu ella fíggjarligu ábyrgdina av.
Kommunusamskipan Føroya stúrir samstundis fyri, at hetta kann hava við sær negativar avleiðingar fyri tað samstarv, sum er millum land og kommunur um at leggja eldraøkið út 1. januar 2014. Í ringasta føri kann hetta vera við til at steðga tí annars positivu tilgongdini, sum hevur sermerkt arbeiðið.
Landsstýrið ætlar eisini, at kommunurnar skulu rinda ein størri part av rentustuðlinum, sum sethúsaeigarar fáa.
Annars heldur KSF, at hoyringarnar, sum skulu eitast at vera, eru á allar vanligar fólkaræðisligar mannagongdir í samband við hoyringar.
Hoyringsfreistin í onkrum málum skuldi vera 10. oktober. Men samstundis fara málini til 1. viðgerð í løgtinginum dagin fyri, tann 9 oktober.
- Við øðrum orðum viðgera løgtingslimir uppskotini uttan at hava kunnleika til, hvat hoyringspartarnir meina um málið.
- Kommunurnar kunna ikki góðtaka, at løgtingsins fíggjarlóg á hvørjum ári áleggur kommununum eykaútreiðslur, eins og týðandi inntriv verða gjørd í kommunubúskapin, uttan at kommunurnar eru tiknar við uppá ráð, enn minni hoyrdar.
- Kommunustýri í øllum landinum sita í hesum døgum og royna at fáa eina munagóða fíggjarætlan gjørda fyri komandi ár. Tað sera hugstoytt og niðurbrótandi fyri virkishugin í kommununum, at landsstýrið á hvørjum ári órógvar hetta arbeiðið við at senda kommununum eykarokningar.
- Spakuliga men áhaldandi verður ár undan ári máa burtur av inntøkugrundarlagnum hjá kommunum, sigur KSF
ALLAR VIÐMERKINGARNAR FRÁ KSF KUNNU LESAST HER










