Samgongan framman fyri andstøðuna

Um vit umrokna veljarakanningina hjá Kringvarpinum í gjár til løgtingssessir, so vísir kanningin, at samgongan hevði varðveitt meirilutan á tingi.

 

Samgongan hevði fingið 17 tingsessir og andstøðan 16.

Samgongan varðveitir meirilutan, tí at Sambandsflokkurin hevði fingið 9 tingsessir, tveir fleiri enn á seinasta løgtingsvali. Fólkaflokkurin hevði mist ein tingsess, og Miðflokkurin hevði eisini mist ein tingsess.

Javnaðarflokkurin hevði verið størsti flokkur við 10 tingsessum. Tjóðveldi hevði staðið í stað við 6 tingsessum, og Framsókn hevði ikki komið upp um tinggáttina. Sjálvstýrisflokkurin stillar ikki upp til fólkatingsvalið, og er tí ikki við í kanningini.

Sum altíð tá tað er fólkatingsval er ringt at rokna við teimum smáu flokkunum – og tí missa teir uttan iva fleiri veljarar til størru flokkarnar á fólkatingsvali, enn teir høvdu gjørt á einum løgtingsvali. Bara tað at tvey fólk verða vald til fólkatingsval í mun til 33 fólk til løgtingsval ger, at størru flokkarnir hava fyrimun.