Samgongan forfylgir Anniku Olsen

Í Fólkaflokkunum eru tey í øðini, tí tað, sum hendi í dag, er ongantíð hent fyrr, siga tey

 

Ongantíð fyrr hevur ein landsstýrissamgonga noktað einum flokki at gjørt eina innanhýsis broyting í nevndarsessum.

 

Tað staðfestir Fólkaflokkurin nú seinnapartin.

 

Og tað gera tey eftir at samgongan ikki vildi ganga eini áheitan frá Fólkaflokkinum á møti um at velja Anniku Olsen í uttanlandsnevndina ístaðin fyri partmannin, Jákup Mikkelsen.

 

- Orsøkin til at helst tann, at samgongan forfylgir Anniku Olsen, sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins.

 

Hann sigur, at talan var um ein skifta ein tinglim í Fólkaflokkinum í Uttanlandsnevndini út við ein annan lim í Fólkaflokkinum.

 

- Hetta er ofta gjørt fyrr, men ongantíð hevur Løgtingið sagt nei. Men tað hendi í dag, tí úrslitið av atkvøðugreiðsluni var, at øll andstøðan atkvøddi fyri, men tey 17 í samgonguni øll atkvøddu ímóti, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum.

 

- Hetta er ódemokratiskt og minnir mest um maktmisnýtslu og forfylging av einum tinglimi, sigur Jørgen Niclasen.

 

Sostatt hevur Annika Olsen ongan nevndarsess i Tinginum.