Samgongan fjalir almenna íløgu

Tá ið samanum kemur verður hetta dýrari fyri landið

At lata eitt privat felag byggja nýtt havrannsóknarskip, er tað sama sum at fjala eina almenna íløgu.

Tað heldur Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

 

Hon heldur eisini, at tá ið samanum kemur, hevði tað verðið bíligari fyri samfelagið, at tað almenna bygdi skipið.

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið, har hann vil hava løgtingið at samtykkja, at tað almenna skal byggja eitt nýtt havrannsóknarskip, sum landsstýrið síðani skal langleiga.

 

Løgtingið skal viðgera málið mikudagin. Men nú vil Kristina Háfoss hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum at greiða Løgtinginum frá, hvussu hetta hongur saman fíggjarliga.

 

Í hesum sambandi vil Kristina Háfoss hava Jørgen Niclasen at útgreina, hvussu nógv meiri tað fer at kosta fyri landskassan, at lata eitt privat felag byggja eitt havrannsóknarskip, sum landsstýrið síðani langleiðar, heldur enn um tað almnenna sjálvt byggir skipið.

 

Hon vil eisini hava at vita um Jørgen Niclasen ikki heldur, at hetta er tað sama sum at fjala eina almenna íløgu, tí leigar landið skipið, kann tað koma undir rakstrarútreiðslur, heldur enn undir íløgukarmin.

 

Hon vil eisini hava at vita, um hetta yvirhøvur er lógligt og um Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki heldur, at tað er betri, at tað almenna rindar fyri útbyggingar, so hvørt, heldur enn at draga útreiðslurnar yvir eini 20 ár.

 

Í hesum sambandi vísir hon á eina kunngerð um rakstrarjáttan, har tað stendur:

”Tað er ikki loyvt at gera avtalur um langtíðarleigu. Langtíðarleiga er í hesi merking, at váðar og fyrimunir, sum eru tengdir at ognarrættinum til ognina, verða fluttir frá útleigara til leigara. Í hesum føri er langtíðarleiga at rokna sum eitt keyp og skal verða viðgjørt samsvarandi”.

 

Men samstundis skal landið eisini rinda privatu fyritøkuni, sum byggir og eigur skipið, eitt avkast av virkseminum.

 

Samanumtikið fer hetta at kosta landinum meira, samstundis sum farið verður burtur frá tí gjøgnumskygni, ið er so ómetaliga týðandi tá umræður fíggjar- viðurskifti landsins.