Samgongan fer nú at fyrireika tunnil til Suðuroyar

Ætlanin er at stovna eitt felag til Suðuroyartunnilin - tá ið tíðin er búgvin til tað

Samgongan fer nú undir at gera forkanningar, og at fyrireika arbeiðið at gera undirsjóvrtunnil til Suðuroyar. Og tað arbeiðið skal gerast samstundis sum Sandoyartunnilin verður gjørdur.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvørjar ætlanir, hendan samgongan hevur í sambandi við Suðuroyartunnilin.

Jørgen Niclasen vísir á, at ein arbeiðsbólkur sum varð settur at umrøða Suðuroyartunnilin, mælti til at byrjað verður at bora og spreingja Suðuroyartunnilin í 2023, tí tá er fíggjarligi váðin av Eysturoyartunlinum og Sandoyartunnilin munandi minkaður.

Jørgen Niclasen sigur, at samgongan er samd við arbeiðsbólkinum í, at besti mátin er at stovna eitt alment partafelag, sum so skal hava til uppgávu at fyrireika, byggja og reka Suðuroyartunnilin, umframt at fáa til útvega fíggingina til verkætlanina. Og so verður íløgan rindað við nýtslugjøldum.

– Landsstýrið ætlar at stovna eitt alment tunnilsfelag fyri Suðuroyartunnilin, sigur Jørgen Niclasen. Men hann sigur, at tað verður ikki gjørt, fyrr enn verkætlanin er búgvin til tað. Í hesum samband skulu Løgtingið og landsstýrið taka støðu til fleiri týðandi spurningar í sambandi við verkætlanina.

Teir spurningarnir eru, hvussu tunnilin skal fíggjast, hvønn veg skal hann ganga, og skal talan vera um tveir tunlar, so at hann gongur umvegis Skúgvoy, ella skal talan vera um ein langan tunnil, beinleiðis úr Sandoy til Suðuroyar.

Jørgen Niclasen sigur, at tá ið hesir spurningarnir eru svaraðir, er tíðin búgvin at stovna partafelagið Suðuroyartunnilin.

Hann sigur sostatt, at samgongan ætlar at fara undir forkanningar og fyrireikingar til Suðuroyartunnilin, meðan arbeitt verður upp á Sandoyartunnilin.

– Tá ið Eysturoyartunnilin hevur verið opin í 1-2 ár, fáast greiðar ábendingar um inntøkurnar frá tunnilsgjaldinum í Eysturoyartunlinum verða sum væntað.

Mett verður, at tað fer at taka 7–9 ár at gera Suðuroyartunnilin og prosjekteringin fer væntandi at taka 1-2 ár, áðrenn arbeiðið kann bjóðast út.

Fyribil er tað mett, at Suðuroyartunnilin fer at kosta 3 - 3,5 milliardir. Tunnilin verður 22 – 26 kilometrar langur, alt eftir um tunnilin verður í einum ella um tunnilin verður í tveimum, ein ímillum Sandoy og Skugvoy og ein ímillum Skúgvoy og Suðuroy.