Samgongan fer at fella málið um sammóður

Samkyndar mammur fáa eingi rættindi frá samgonguflokkunum. Tvær ferðir hevur trivnaðarnevndin biðið um longda freist, sum nú er 1. desember at koma við álitinum

Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum er ikki liðug við uppskotini um sammóður og skal nú lata Løgtinginum álitið mikudagin.

 

Men samgongan fer at fella uppskotið, sum tingfólk úr Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn hava lagt fram.

 

Uppskotið snýr seg um at javnseta samkyndar mammur við hinskyndar mammur við broytingum í nøkrum lógum sum barsilslógini, rættargangslógini og lógini um rættarstøðu barna, arvalógini, lógini um foreldramyndugleika og samveru og lógini um at viðurkenna norðurlendskar avgerðir um faðirskap.

 

Við útvarpið hjá Kringvarpinum, sigur Uni Rasmussen, formaður trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum, at hoyringarnar eru lidnar – og at samgongan ikki tekur undir við málinum.

 

Samgongan hevur gjørt ta avtalu, at tey bert taka undir við lógaruppskotum frá samgonguni, sum tey eru samd um. Men hesum tekur Johan Dahl úr Sambandsflokkinum ikki undir við, so hann fer at atkvøða fyri andstøðuuppskotinum. Hini 16 í samgonguni tykjast samd um, at samkynd ikki skulu hava hesi rættindi.

 

Og hóast Johan Dahl roynist teimum, sum eru ímóti rættindum til samkynd sum ein svíkur, so er bjarging tó at hóma hjá samgonguni, tí Kristin Michelsen úr Sjálvstýri fer uttan iva at hjálpa samgonguni. Tað hevur hann áður gjørt við at halda seg burtur frá tingfundi – og so stendur á jøvnum, um øll hini tingfólkini møta. So verða 15 úr andstøðuni og Johan Dahl fyri og 16 úr samgonguni ímóti. Fyri at uppskot skal verða samtykt, so skulu fleiri atkvøður vera fyri enn ímóti.

 

Í Føroyum eru mál um rættindini til samkynd í stóran blivin til ein spurningur um høgra ella vinstra.