Samgongan farin frá semjuni um fiskivinnupolitikk

Formennirnir í andstøðuflokkunum høvdu ikki nógv gott at bera løgmansrøðuni.

Eitt nú fiskivinnupolitikkurin fekk av at vita, tá útvarpið hevði samrøðu við teir tríggjar, Høgna Hoydal, Tjóðveldi, Axel Johannesen, Javnaðarflokkurin, og Poul Michelsen, Framsókn.

- Har var einki nýtt undir sólini, segði Høgni Hoydal.

Axel Johannesen roknaði við einari einum rokmiklari tingsetu.

- Tað verður eitt turbulent heyst, segði Axel Johannesen og vísir til fiskivinnunýskipanina, sum løgmaður nevndi í ólavsøkurøðuni.

Í sambandi við fiskivinnunýskipanina ynskir løgmaður eina breiða semju.

- Áðrenn valið seinast hevði hann eina semju við Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn. Vónandi fara vit handa vegin aftur, segði Poul Michelsen.

Poul Michelsen segði, at umboð úr øllum flokkum sótu í einum arbeiðsbólki, men bólkurin bleiv tikin av. Jacob Vestergaard gjørdi sítt egna uppskot, sum er langt frá semjuni, sum vit gjørdu.

- Tí liggur eitt uppskot frammi, sum Fólkaflokkurin hevur gjørt. Mín vón er, at hasi orðini merkja, at vit fáa ein samanbrest um ein nýggjan fiskivinnupolitikk, sum Fólkaflokkurin fer at tapa, segði Poul Michelsen.

- Tað tykist ikki sum man vil hava eina breiða semju, sigur Axel Johannesen

- Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn hava leingi arbeitt við einum fiskivinnupolitikki, sum veruliga kan skapa eina nýggja dynamiska vinnu, har tað eru somu rættindini hjá øllum borgarum at taka lut í vinnuni. Har vit fáa mest burtúr og betri marknaðaratgongd.

Men her er einki av tí.

Bara hvør sætar sær. Ein politikkur fyri tey fáu, segði Høgni Hoydal við útvarpið.