Samgongan fær ein ordans frammaná

Feskasta veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, er ikki hugaligur lesnaður fyri samgonguna.

Feskasta veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, er ikki hugaligur lesnaður fyri samgonguna.

 

Samlaða afturgongdin hjá teimum trimum samgonguflokkunum er 10,6 prosentstig. Størstu afturgongdina hevur Sambandsflokkurin, sum missir 6,6 prosentstig og tveir tingsessir.

 

Fólkaflokkurin missir 3,6 prosentstig og missir eisini tveir tingsessir.

 

Bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava fingið ein tingmann afturat í part síðani valið, við tað at Janus Rein fór úr Framsókn upp í Fólkaflokkin, meðan Gerhard Lognberg varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum og fór upp í Sambandsflokkin.

 

Triði flokkurin í samgonguni, Miðflokkurin, varðveitir sínar báðar tingsessir, men missir tó 0,4 prosentstig.

 

Sambært veljarakanningini missir samgongan seks tingsessir til samgonguna.

 

Javnaðarflokkurin verður stóri sigursharrin, sambært kanningini. Flokkurin fær tríggjar tingmenn fleiri, enn hann hevði á valinum seinast – og fýra fleiri, enn hann hevur nú.

 

Meira kann lesast um veljarakanningini í Sosialinum í dag.

 

Sosialurin kann keypast sum e-blað á www.sos.fo