Samgongan fær dyggan lúsing

Veljarakanning: Samgongan gongur 16 prosent í aftur í mun til valið, tað vísir nýggja veljarakanning

Veljarakanning: Samgongan gongur 16 prosent í aftur í mun til valið, tað vísir nýggja veljarakanning

 

Samgongn millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin hevur 20 tingfólk aftan fyri seg. Men sambært nýggjastu veljarakanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting, fær samgongan ein so dyggan undir vangan, at hon missir seks tingfólk – og harvið eisini meirilutan á tingi og gott og væl tað.

 

Javnaðarflokkurin verður størsti flokkur við 9 tingsessum.

Tjóðveldi næstur við 7 tingsessum

Fólkaflokkur fær 6 tingsessir

Sambandsflokkurin 6 tingsessir

Framsókn 2 tingsessir

Miðflokkurin 2 tingsessir

Sjálvstýrisflokkurin 1 tingsess

 

Tað er úrslitið í veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting.

 

Úrslitið er munandi verri, enn úrslitið var í kanning, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin og sum varð kunngjørd í Sosialinum 7. november. Í teirri kanningini fingu samgonguflokkarnir 16 tingsessir. Í nýggju kanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting, fær samgongan bara 14 tingsessir.

 

Sambært kanningini verður prosentbýtið millum flokkarnar soleiðis:

(talið í klomrum er úrslitið á valinum í 2011)

 

Fólkaflokkurin 18,9% (22,5) -3,7

Sambandsflokkurin 17,4% (24,7) -7,3

Javnaðarflokkurin 28,3% (17,8) +10,5

Sjálvstýrisflokkurin 3,2% (4,2) -1,0

Tjóðveldi 21,3% (18,3) +3,0

Framsókn 5,4% (6,2) -0,8

Miðflokkurin 5,5% (6,3) -0,8