Tá løgtingið kemur saman klokkan 10 í morgun er nevndarval á skránni. Samgonguflokkarnir eru í valbólki við Nýggjum Sjálvstýri, Anniku Olsen og Sonju Jógvansdóttir.
Tað hevur verið gitt, at onkur av teimum smáu flokkunum fer í valsamgongu við samgonguflokkarnir, tá nevndarsessirnir skulu býtast í løgtinginum. Og sum skilst er valbólkur gjørdur millum tey 16 samgongufólkini, Anniku Olsen, Sonju Jógvansdóttir og Nýtt Sjálvstýri.
Hendan valsamgongan hevur 20 tingsessir, og tað merkir, at hesin valbólkur fær formanssessirnar í øllum nevndunum.
Aksel V. Johannesen váttar fyri in.fo, at valbólkur er gjørdur við Sonju Jógvansdó