4,6! tað er skotsmálið, sum veljararnir sambært nýggjastu veljarakanningini geva samgonguni hjá Kaj Leo Johannesen, sum sjávlur fær skotsmálið 6,2 frá somu veljarum. Tað vísir, at veljararnir eru nógv fegnari um løgmann enn um samgonguna.
Hyggja vit eftir býtinum innan fyri flokkarnar, so síggja vit sum vera ma, at nógvir veljararnir hjá Javnaðarflokkinum (22,78) og Tjóðveldinum (31,25) geva samgonguni botnkarakter.
Men tað sum eisini er at býta merki í er, at veljarar hjá Sjálvstýrisflokkinum í størri mun geva samgonguni botnkarakter, enn veljarar hjá Javnaðarflokkinum. 29,41 prosent av sjálvstýrisveljarunum geva samgonguni lægsta karakterin.
Hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum eru størstu tølini tey, sum geva samgonguni eitt fimmtal, sum er undir miðal. Tó eru tað fimti hvør veljari hjá Sambandsflokkinum og hjá Miðflokkinum, sum ivast.