Teir báðir stóru samgonguflokkarnir, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin fáa dygga undirtøku í nýggjastu veljarakanningini, sum Dimmalætting almannakunngjørdi í gjár.
Tilsamans høvdu hesir báðir flokkarnir fingið 48,4 prosent av samlaðu atkvøðunum. Og verður triði samgonguflokkurin taldur við, hevði núverandi samgonga fingið 52,2 prosent av samlaðu atkvøðunum og sostatt meiriluta á tingi.
Orrustan onga ávirkan
Besta úrslitið fær Tjóðveldisflokkurin. Nýggjasta kanngingin gevur honum heili 26,0 prosent av samlaðu atkvøðunum.
Í næstseinastu kanningini, sum varð gjørd fyri einari viku síðani, fekk Tjóðveldisflokkurin 25,3 prosent. Sostatt er talan um eina framgongd fyri Tjóðveldisflokkin á 0,7 prosent seinastu tvær vikurnar, hóast orrustuna, sum stóðst av, at ein av landsstýrismonnum tjóðveldisfloksins alment nýtti ókvæmisorð um løgmann og síðani segði ósatt í almennum tíðindaskrivi.
Høgni Hoydal segði við Dimmalætting í gjár, at hann var ikki sørt ovfarin av hesum góða úrsliti. Hann heldur, at kanningin sýnir, at fólk hava álit á, at Tjóðveldisflokkurin ætlar sær at gjøgnumføra fullveldisætlanina, hóast hann hevur gjørt sjálvmál, sum betur vóru ógjørd.
Betur enn valið
Fólkaflokkurin fær vanliga ikki tey bestu úrslitini til veljarakanningar. Hetta er eisini komið til sjóndar í teimum kanningunum, sum eru gjørdar síðani seinasta val.
Men í hesari nýggjastu kanningini er úrslitið hjá Fólkaflokkinum betur enn við valið í 1998. Valið gav Fólkaflokkinum 21,3 prosent, meðan nýggjasta veljarakanningin gevur flokkinum 22,4 prosent av atkvøðunum.
Í kanningini, sum varð gjørd fyri fjúrtan døgum síðani, fekk Fólkaflokkurin 19,2 prosent. Sostatt er talan um eina framgongd á 3,2 prosent seinastu tvær vikurnar.
Hetta er ein ógvuliga stór framgongd, serliga tá hugsað verður um, at Fólkaflokkurin vanliga ikki góð úrslit í veljarakanningum. Men møguliga er orsøkin til framgongdina tann, at løgmaður, sum persónliga fær ógvuliga stóra undirtøku frá veljarunum, hevur staðið ógvuliga sterkur og hildið upp á sítt, meðan órógv hevur verið í samgonguni seinastu tíðina.
Anfinn Kallsberg velur tó at taka nýggjastu veljarakanningina við ógvuliga stórum fyrivarni.
Draga hvør sín veg
Sambandsflokkurin er í nýggjastu veljarakanningini næststørsti flokkur. Hann fær 22,8 prosent av atkvøðunum og 8 tingmenn.
Við valið í 1998 fekk Sambandsflokkurin 18 prosent og 6 tingmenn. Sostatt er talan um eina stóra framgongd. Eina framgongd á 2,8 prosent í atkvøðubýtinum og eina framgongd á tveir tingmenn í tingmannatalinum.
Beint øvugt gongur tað hjá hinum stjóra andstøðuflokkinum, Javnaðarflokkinum. Kanngingin gevur Javnaðarflokkinum 21,0 prosent av atkvøðunum. Hetta er ein afturgongd á 0,9 prosent samanborið við valið í 1998 og ein afturgongd á 1,2 prosent samanborið við kanningina fyri tveimum vikum síðani. Tann kanningin gav Javnaðarflokkinum 22,2 prosent.
Polarisering
Góðu úrslitini hjá Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum á øðrum veinginum í sjálvstýrisspuringinum og Sambandsflokkinum á hinum veinginum í sjálvstýrisspuringinum eru helst tekin um áhaldandi polarisering í hesum máli.
Hetta sæst eisini aftur í úrslitunum hjá ávikavist Sjálvstýrisflokkinum og Javnaðarflokkinum, sum hava ein heldur hovligari stig fyri stig politikk í sjálvstýrisspurninginum. Hesin báðir flokkarnir eru teir, sum hava havt størstu jøvnu aftugongdina seinastu veljarakanningarnar.
Tó er at siga, at Javnaðarflokkurin fekk heili 23,7 prosent í veljarakanningini í juni í ár samanborið við 21,9 prosent til valið. Men hesar báðar seinastu veljarakanningarar hevur talan verið um stóra afturgongd, hóast flokkurin sambært veljarakanningini varðveitir allar 7 tingsessirnar.
GRÁUR KASSI:
Søgu- og samfelagsdeildin hevur gjørt veljarakanningina í sambandi við eina próvtøkuuppgávu.
Næmingarnir ringdu seinasta hósdag og fríggjadag til umleið 900 fólk og fingu svar frá 623 fólkum.
Næmingarnir hava valt tilvildarligt út eftir telefonbóknini og biðið um at sleppa at tosa við tann í húsinum, sum seinast hevði føðingardag.
GRÁÐUR KASSI:
Veljarakanningin
Løgtingsvalið juni 2000 16. nov. 4. des.
A 21,3 15,5 19,2 22,4
B 18,0 26,7 23,3 22,8
C 21,9 23,7 22,2 21,0
D 7,2 4,2 5,4 3,8
E 23,8 26,4 25,3 26,0
KrF 2,5 0 0,6 0,6
Miðfl. 4,1 3,5 3,2 3,4
Tingmannabýti
Seinasta val kanning broyting
A 8 7 -1
B 6 8 +2
C 7 7 0
D 2 1 -1
E 8 9 +1
KrF 0 0 0
Miðfl. 1 0 -1










