Samgongan fær ein síðsta kjans

Eftir djúpa samgongukreppu eru formenninir í samgonguflokkunum komnir til, at eitt samstarvsráð skal skapa arbeiðsfrið í samgonguni. Samstundis er avtalað, at Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal skulu fáa betri tamarhald á sínum tingmonnum. Jenis av Rana, sum hótti við at siga samgonguna upp, er nøgdur við semjuna

Í góðveðrinum fyrrapartin týsdagin kom loksins hvítur roykur frá Gamla apotekinum.
Eftir drúgt fundarvirksemi bæði fríggjadagin, mánakvøldið og aftur týsmorgunin komu teir fýra floksformenninir í samgonguni út av flokshølunum hjá Fólkaflokkinum og kundu boða frá, at teir geva samstarvinum í samgonguni nýtt lív.
Tjóðveldisflokkurin hevur umhugsað støðuna í útvið tvær vikur. Nú er flokkurin komin til, at samgongan fær ein síðsta kjans.

Í arbeiðsklæðini
Teir fýra floksformenninir, Anfinn Kallsberg, Høgni Hoydal, Kári P. Højgaard og Jenis av Rana, vóru samstundis avgjørdir um, at skal tað bera til, má arbeiðsfriður aftur valda.
Á fundinum vóru nøkur ítøkilig mál viðgjørd, teirra millum sjálvstýrismálið, fiskivinnumál og sosialmál, sum flokkarnir skulu finna felags loysnir á. Avgerandi er, at um samgongan slitnar, so skal tað vera upp á politisk mál og ikki persónlig mál. Um samgongan so heldur, fáa vit at vita næstu mánaðirnar, segði Høgni Hoydal.
Anfinn Kallsberg løgmaður segði seg kunna staðfesta, at tað ikki eru politiskar ósemjur, sum samgongan strandar uppá, men persónsstríð. Hann viðgekk, at Tjóðveldisflokkurin hevur fingið langa umhugsanartíð, men nú ráddi um at fáa ófrið av vegnum, so samgongan kann fremja tann politikk, sum hon er samd um í samgonguskjalinum.

Eitt samstarvsráð
Jenis av Rana setti samgonguni knívin fyri barkan upp undir vikuskiftið. Um løgmaður og varaløgmaður ikki kunnu semjast um at arbeiða saman, so tekur Miðflokkurin seg úr samgonguni, lovaði hann. Nú sær hann fyri sær, at tað fer at bera til, tí teir hava sett niður eitt samstarvsráð.
? Vit fýra floksformenn hava gjørt av, at vit møtast fast, har vit taka mál upp, sum eru aktuell og kunnu gerast aktuell. Samstundis eru vit samdir um, at hvør maður í sínum lagi ikki kann fara út í fjølmiðlarnar, sum best ber til, sigur Jenis av Rana og sipar til, at nógvar ósemjur hava verið fyri opnari mikrofon.
Tað hevur ljóðað, at Tjóðveldisflokkurin hevur sett ítøkilig krøv til samgonguna, men Jenis av Rana sigur, at hetta er ikki annað enn tað, sum stendur í samgonguskjalinum, og tí er lætt hjá samgonguflokkunum at taka undir við tí.

Betri stýring
Jenis av Rana viðgongur, at floksformenninir hava tosað við stórum bókstavum. Men tað hevur verið neyðugt, heldur hann, tí samstarvslagið hevur ikki verið nóg gott. Hann hevur eitt nú rátt formonnunum í stóru flokkunum til, at teir fáa betri stýring á sínum fólki.
? Báðir (Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg, blðm.) hava lovað at fara inn í sínar tingbólkar at stramma upp. Teir hava stýrt alt ov leyst, tí tað ber ikki til, at hvør sum helst sigur hvat sum helst. Vit mugu hava meira dissiplin í stóru flokkarnar, og so mugu vit halda fundir, áðrenn málini gerast ov stór. So vænti eg, at tað fer at ganga, sigur Jenis av Rana.