Samgongan fær allar formansessirnar

Teir tríggir stóru flokkarnir fáa tveir nevndarformenn í part, meðan Sjálvstýrisflokkurin fær formannin í Landsstýrismálanevndini

Í dag skulu allar løgtingsnevndirnar mannast. Endaliga telvingin var sjálvandi ikki fingin upp á pláss áðrenn blaðið fór til prentingar, men vit hava roynt at fregnast.
Valbólkurin hjá samgonguni og Sjálvstýrisflokkinum fáa allar formanssessirnar í øllum teimum sjey tingnevndunum.
Teir tríggir samgonguflokkarnir býta formansessirnar millum sínum í teimum seks stóru nevndunum, meðan Sjálvstýrisflokkurin fær formannin í Landsstýrismálanevndini.
Fólkaflokkurin fær formannin í fíggjarnevndini, og verður tað eftir øllum at døma Anfinn Kallsberg.
Fólkaflokkurin fær eisini formannin í Trivnaðarnevndini, og er besta boðið upp á formann har Jørgen Niclasen.
Javnaðarflokkurin fær formannin í Vinnunevndini. Har er upplagda boðið Hendrik Old, sum hevur verið formaður har seinasta valskeiðið. Hesaferð fær Javnaðarflokkurin eisini formannin í Mentanarnevndini, og verður tað Andrias Petersen.
Sambandsflokkurin fær formannin í Uttanlandsnevndini og í Rættarnevndini. Vit gita, at Alfred Olsen verður formaður í Uttanlandsnevndini, meðan Kaj Leo Johannesen verður formaður í Rættarnevndini. Tað kann eisini hugsast, at Kaj Leo hevur tokka til Vinnunevndina, men har eigur Javnaðarflokkurin formannin.
Andstøðan viknaði nakað av, at Kári P. Højgaard valdi at fara saman við samgonguni. Týðuligast merkist tað við, at Tjóðveldisflokkurin ikki fær umboðan í Norðurlandaráðnum. Men væntast kann, at Miðflokkurin og Tjóðveldisflokkurin fara í valbólk, og so skulu teir eisini býta sessirnar sínamillum. Hesin valbókur fær tveir limir í teimum seks stóru nevndunum og eitt umboð í Landsstýrismálanevndini.
Sum vit skilja, so verða Karsten Hansen og Páll á Reynatúgvu limir í fíggjarnevndini.
Tórbjørn Jacobsen verður limur í Vinnunevndini. Hergeir Nielsen og Jenis av Rana verða limir í Uttanlandsnevndini, og Bill Justinussen verður uttan iva limur í Trivnaðarnevndini.