Í hesi løtu situr landsstýrið á fundi og viðger brævið frá Javnaðarflokkinum, har teir krevja, at lønarkarmurin verður hækkaður, so lønarhækkingin á almenna arbeiðsmarknaðinum ikki gongur út yvir vælferðartænasturnar. Støðan er rættiliga spent.
Samgongan varð annars kallað til fundur í morgun, men hesin fundur er útsettur, eftir brævið frá Javnaðarflokkinum, sum nú verður viðgjørt á landsstýrisfundi.
Sum Portalurin skilir støðuna, so er talan um eina samgongukreppu, tí Fólkaflokkurin og partar av Sambandsflokkinum standa við sítt, at lønarkarmurin ikki skal hækka.
Sum skilst er tað ikki eitt ultimativt krav frá Javnaðarflokkinum, at samlaði lønarkarmurin skal hækka. Men um samgongan kann finna pengarnar til vælferðartænasturnar innan fyri lønarkarmin, so er tað í lagið fyri Javnaðarflokkin, hóast flokkurin ikki heldur, at tað ber til.
Men hvørja støðu landsstýrið kemur til hevur helst ikki tann stóra týdningin, tí tað er fíggjarnevndin, sum skal skriva álit, sum skal verða liðugt nú um vikuskiftið, um løgtingið skal fáa fíggjarlógina samtykta fyri jól.
Magni Laksafoss, sum er fíggjarnevndarlimur fyri Sambandsflokkin hevur boðað frá, at hann heldur fast við, at lønarkarmurin ikki skal hækka. Somu støðu hevur Anfinn Kallsberg, so nú tykkist rættiliga at standa á gomlum nøglum í samgonguni.
Sum Portalurin skilir støðuna, so stendur Javnaðarflokkurin so fast upp á sítt, at flokkurin vil, at tað nú má røkka ella støkka. So um flokkurin ikki fær ljóð fyri sínum sjónarmiðum í samgonguni, so er samgongan í vanda.