Samgongan er lopin á bláman

Fyrrverandi formaður Sjálvstýrisfloksins, Hilmar Kass, heldur samgonguna arbeiða eftir beint øvugtum leisti í fullveldismálinum

John Johannessen


? Sjálvsagt áttu vit at loyst frá Danmark stig fyri stig. Men tað, samgongan ger í løtuni, er beint øvugt. Hon vil hava fullveldi her og nú og síðani samráðst aftur við danir um at umsita ymisk málsøki fyri okkum, ið vit ikki eru før fyri at umsita.

Hilmar Kass, ið umboðaði Sjálvstýrisflokkin á tingi frá 1966 og heilt fram til 1990, er alt annað enn samdur við tí politikki, samgongan í løtuni førir.

Sjálvstýrisflokkurin, sum er partur av samgonguni, skal hava landsfund í Klaksvík 5. mei, og tá ætlar Hilmar Kass sær at gera vart við ónøgd sína um politikkin, flokkurin, hann sjálvur hevur verið formaður í, førir.


Eingin vegur aftur

Hilmar Kass ásannar, at samgongan er komin so mikið langt í fullveldismálinum, at tað ikki vendst aftur. Hetta harmar hann almikið, tí hann heldur ikki, at vit eru til reiðar at fáa fullveldi soleiðis alt í einum.

Hilmar Kass hevur sjálvur drúgvar royndir við at samráðst móti stórveldum. Hann var formaður í marknaðarnevndini í sjeytiárunum, og var sostatt saman við Atla Dam, løgmanni, við at gera fyrstu avtaluna við EEC.

Hesin sami Hilmar Kass, ið hevur fylgt væl við gongdini í fullveldismálinum, ásannar, at frægasta boð, ið seinastu tíðina er komið um eina nýggja ríkisrættarliga skipan, er sjálvstýrisuppskotið hjá Javnaðarflokkinum.

? Eg haldi, at vit eiga at yvirtaka málsøki so hvørt vit eru før fyri tí, og sostatt útbyggja sjálvstýrið so hvørt. Hetta leggur uppskotið hjá Javnaðarflokkinum upp til, sigur Hilmar Kass.

Garvaði, men hóvligi sjálvstýrismaðurin dámar ikki prátið um skiftistíð. Hann heldur, at tá landsstýrið sær seg ført fyri at gera ein sáttmála, ið sigur, at vit eru óheft av Danmark um 15 ár, kunnu vit eins væl gerast tað beinan vegin.


Ójøvn á máli

Bróðursonur Hilmar Kass, Jákup Sverri Kass, er annað av umboðum Sjálvstýrisfloksins á tingi undir verandi samgongu. Hann sigur seg taka undir við stórum parti av hóvligu sjálvstýrishugsanini hjá farbróðurinum. Men kortini heldur hann, at vit skulu virða rættin hjá landsstýrinum at samráðast við donsku stjórnina.

? Eg fari at taka eina greiða støðu, tá sáttmálin fyriliggur. Men, sum nú er, haldi eg, at vit skulu lata landsstýrið samráða seg til ein sáttmála við danir, sum vit síðani kunnu taka støðu til.

Sambært Jákupi Sverra Kass eru ymsar meiningar í Sjálvstýrisflokkinum um gongdina í fullveldismálinum. Hann sigur seg sjálvan halda, at ferðin í løtuni er ov nógv, men vísir á, at onnur í flokkinum stuðla landsstýrinum fult og heilt í fullveldismálinum.

? Á landsfundinum skulu vit gera støðuna upp, og fáa eina avgjørda meining um fullveldismálið, ið allur flokkurin kann taka undir við, sigur Jákup Sverri Kass.