Samgongan er ikki semjufør

Heðin D. Poulsen, Kristina Toftegaard Larsen, Karl A. Olsen og Kári á Rógvi, valevni Sjálvstýrisfloksins

Seinastu dagarnar hevur samgongan sett turbo á ta margháttligu innanhýsis andstøðuna. Edmund sigur, at javnaðurin vil loysing; Jóannes er í andstøðu til sína egnu handfaring av bankunum. Landsstýrisfólk kæra hvørt annað fyri at flyta stovnar uttan politiska viðgerð, ‘tí teir vænta val.’

Vit hava mangan sitið í landsnevnd Sjálvstýrisfloksins og viðgjørt alskyns uppskot, sum sigast skulu vera royndir at skapa breiðar semjur. Men semjufelagar okkara, ið vera skulu úr samgonguni, hava skotið niður stjórnarskipan, kommunureform og seinast hava teir týðiliga avskrivað pensjónsreform í hesum valskeiðnum.

Vit staðfesta tí, at nyttuleyst og ábyrgdarleyst er at gera semju við sitandi samgongu um týðandi mál, tá ið staðfestast kann, at gjørdar semjur við samgonguna um til dømis stjórnarskipan og átøk á uttanríkispolitiska økinum ikki verða hildnar.

Vit eru sannførd um, at neyðugt er við reformun á so mongum økjum, harímillum á kommunuøkinum og skúlaøkinum, sum innara andstøðan í samgonguni longu hevur beint fyri. Men nú drotningarvitjanin er farin afturum, og samgongufólk eru farin í valstríð, fara vit heldur at brúka tíð uppá at orða okkara egna framtíðarpolitikk enn til fánýtis at fundast um hugskot hjá embætisverki ella landsstýrisfólki, sum kortini ikki fáa stuðul frá samgongufólki á tingi.

Vit fara tí sjálvi í valstríð og frábiða okkum fleiri nyttuleysar fundir um semjur fyrrenn eftir tilstundandi valið.