Samgongan er beinleiðis frek

Tað er beinleiðis frekt av samgonguni at draga fakfeløgini upp í politisku telvingina um ein kreppupakka, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum, sum nú forklárar fyri Portalinum akkurát hví, Pedagogfelagið ikki vildi góðtaka at strika lønarhækkingina 1. oktober Framferðin hjá samgonguni ímóti fakfeløgunum er ódámlig og beineiðis frek.

Tað sigur Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Pedagofelagnum.

Politikarar hava ført fram, at allir partar í samfelagnum skulu bera sín part av kreppupakkanum og at tað ber illa til at lata almenn starvsfólk fara upp í løn, samstundis sum allir aðrir samfelagsbólkar skulu skerjast.

Men nú fortelur jarvin Feilberg Hansen fyri Portalinum akkurát hví, Pedaogfelagið ikki vildi góðtaka at lønarhækkingin, upp á 3%, sum skuldi koma í gildi 1. oktober, verður strikað.

Hann átalar harðliga, at fakfeløgini samgongan hevur drigið fakfeløgini upp í eina politiska telving um ætlaða kreppupakkan

- Tað er eisini sera ódámligt at seta fakfeløgini í ta støðu, sum samgongan hevur sett tey í.

Jarvin Feilberg Hansen sipar til, at fakfeløgini hava fingið at vita, at verður lønarhækkingin ikki strikað, kann væntast at uppsagnir verða framdar fyri 60 milliónir krónur.

- Hetta er sum eitt tvíeggjað svørð. Tað eru politikararnir, sum skulu føra ein skynsaman politik og teir skulu ikki lata fakfeløgini gjalda fyri tann politikk, sum hevur verið førdur seinastu árini.

Annars vísir formaðurin í Pedagogfelagnum á, at tað var eftir kravi frá fíggjarmálaráðnum, at sáttmálin varð gjørdur til 1. oktober í 2010. Samstundis er ongin trygd fyri, at tað virkar at strika lønarhækkingina og tað fæst heldur ongin trygd frá politikarunum fyri, at ikki fleiri sparingar ella uppsagnir vera kortini.

Jarvin Feilberg Hansen sigur, at samstundis er kostnaðarstøðið hækkað og limirnir í Pedagogfelagnum kunnu ikki framhaldandi verða afturúr sigld í lønarspurninginum.

Hann vísir eisini á, at fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum hava fingið sína lønarhækking tann 1. mai í ár.

Annars vísir Jarvin Feilberg Hansen tí aftur, sum topp-politikarar hava ført fram um, at tað stendur í sáttmálanum, at henda munandi broytingar í samfelagnum, skal tað bera til at samráðast um hann av nýggjum.

Tað, sum stendur í sáttmálanum, er, at eru munandi broytingar, sum ávirka lønarlagið, skal tað bera til at taka samráðingar upp um lønarspurningin tann 1. oktober í 2008 og að er ikki tað sama, sum politikararnir hava ført fram, sigur Jarvin Feilberg Hansen

J